Pauli Jacobsen og Cherbourg taptu stórt í steypakappingini

Fyrsti kappingardysturin hjá Paula Jacobsen í fronskum hondbólti endaði við stórtapi

Ígjárakvøldi spældi føroyski landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen sín fyrsta kappingardyst í fronskum hondbólti.

 

Pauli og liðfelagarnir í Cherbourg spældu dyst á útivølli í fronsku steypakappingini móti US Ivry.

 

US Ivry vann stórsigur 34-19. Longu í steðginum var US Ivry á odda 18-8. 

 

Pauli og liðfelagarnir spældu annars tríggjar tættar venjingardystir í seinnu helvt í august. 

 

Cherbourg spælir fyrsta dystin í næstbestu fronsku deildini komandi fríggjakvøld klokkan 19.30. Dysturin verður á útivølli móti Pontault.