Pauli og Rói vunnu á Leivi, Janusi og Jónasi

HØJ vann føroyingauppgerðina móti FIF, og Teis Horn Rasmussen gjørdist toppskjútti hjá Aarhus HC

Trý føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld. Harímillum var ein føroyingauppgerð.

 

Tað eydnaðist landsliðsmálverjanum, Paula Jacobsen, Róa Berg Hansen og liðfeløgunum í HØJ at vinna tepran sigur á heimavølli á Leivi Mortensen, Janusi og Jónasi Djurhuus, og liðfeløgunum í FIF.

 

HØJ vann dystin tepurt 26-24. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12.

 

Tá 41 sekund vóru eftir skoraði Janus til støðuna 25-24 til HØJ, men bert sjey sekund undan leikloki eydnaðist tað Tobias Wetzel at tryggja HØJ sigurin.

 

HØJ hevur fyribils tikið oddasessin frá Midtjyllandi. HØJ hevur 34 stig, og Midtjylland hevur 33 stig. 

 

Rói skoraði eitt mál fyri HØJ. Jónas skoraði fýra, Janus skoraði tvey og Leivur skoraði eitt mál fyri FIF. Tíverri eru hagtøl fyri málverjar ikki tøk í næstbestu donsku deildini.

 

Teis Horn Rasmussen, Peter Krogh og liðfelagarnir í Aarhus HC taptu á heimavølli 24-26 fyri Odder. Í steðginum var Odder á odda 13-8.

 

Teis gjørdist tó toppskjútti hjá Aarhus við sjey málum. 

 

Í morgin klokkan 14 taka Julian J. Kragesteen og liðfelagarnir í Køge móti Tønder á heimavølli.

 

Sunnudagin klokkan 14 taka Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne móti Midtjyllandi á heimavølli.

 

Sunnudagin klokkan 15 spæla Niklas Højgaard Hanusarson og liðfelagarnir í Skovbakken dyst á heimavølli móti Rækker Mølle. 

 

Støðan: 

 

NummarLið:DystirStig
1HØJ  2234
2HC Midtjylland 2133
3Grindsted2032
4Skive    2231
5Team Sydhavsøerne 2029
6Aarhus HC  2127
7Tønder 2127
8FIF2216
9Rækker Mølle 2115
10Odder  2215
11HC Odense2113
12Skovbakken2110
13Vendsyssel218
14Køge 216