Hákun VIII kongur fer týsdagin 1. september klokkan 13 at svørja eið til norsku stjórnarskipanina.
Tað upplýsir norska Stórtingið á heimasíðu síni.
Sambært norsku grundlógini skal nýggi kongurin møta í Stórtinginum og svørja, at hann fer at stýra landinum sambært galdandi lógum.
Hátíðarhaldið verður fýra dagar eftir, at Haraldur kongur doyði tíðliga fríggjamorgunin.
Tá Haraldur kongur tók við trúnuni í 1991, svór hann eisini eiðin í Stórtinginum fýra dagar eftir, at pápi hansara, Ólavur kongur, var deyður.
Gulltrúna sett í tingsalin
Undir hátíðarhaldinum fer stórtingsformaðurin at kunngera andlátið hjá Haraldi kongi og trúnuskiftið.
Ein serlig gulltrúna verður sett í stórtingstingsalin, og hátíðarhaldið verður sjónvarpað.
Sambært norsku grundlógini skal kongurin svørja henda eiðin:
– Eg lovi og svørji, at eg fari at stýra kongaríkinum Noregi í samsvari við stjórnarskipan tess og lógir. So satt hjálpi mær almáttugi og alvitandi Gud.
Valdi konganavnið Hákun VIII
Eftir andlátið av Haraldi kongi møtti Hákun kongur norsku stjórnini á einum eykaordineraðum ríkisráðsfundi fríggjadagin.
Har boðaði hann frá, at konganavnið verður Hákun VIII. Hann valdi samstundis valorðið »Alt fyri Noreg«.
Væntað verður, at kistan við Haraldi kongi verður flutt í kapellið við kongsslottið. Har fær almenningurin møguleika at koma framvið og siga konginum farvæl.
Sambært norska blaðnum VG verður Haraldur kongur lagdur til hvíldar í kongliga mausoleuminum á Akershus slotti í Oslo. Mausoleumi er almenna gravkapellið hjá norska kongshúsinum.
Enn er ikki boðað frá, nær jarðarferðin verður.
/Ritzau











