Pauli tekur eitt tørn aftrat

20 ár eftir, at hann fyrstu ferð átti uppgávuna, fer skálamaðurin undir sjeynda árið sum venjari í barndómsfelagnum

Ingi Hansen, formaður í Skála Ítróttarfelag, saman við Paula Poulsen, sum tvey tey næstu árini verður venjari í barndómsfelagnum

Hann man vita meiri um felagið enn tey flestu. Talan er um 49 ára gamla Paula Poulsen, sum nú er settur sum høvuðsvenjari hjá Skála Ítróttarfelag. Skála flutti niður í næstbestu deildina í heyst, og setningurin hjá Paula Poulsen og spælarunum verður at vinna felagið aftur í bestu deildina.

 

Pauli Poulsen var fyrstu ferð venjari á Skála í 2003 og aftur í 2004, tá ið talan var um tveir dystir um upp- og niðurflyting.

 

Síðani var Pauli Poulsen venjari á Skála í 2014, 2015, 2016 og 2017. Umframt á Skála hevur Pauli Poulsen verið venjari í NSÍ, B68 og 07 Vestur.

 

Hagtølini hjá faroesoccer.com siga, at hann hevur havt venjaraábyrgd í bestu deildini í 193 dystum, 27 dystum í 1. deild, tveimum dystum um upp- og niðurflyting, 13 dystum í kappingini um løgmanssteypið og seks dystum í Europa League.

 

Skála Ítróttarfelag skrivar soleiðis:

 

Pauli Poulsen tekur við stýrisvølinum á Skála

 

Pauli og Skála ÍF hava undirskrivað nýggjan 2 ára sáttmála, um starvið sum høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum á Skála.

 

Pauli hevur rættiliga drúgvar royndir sum venjari, bæði í fótbólti og hondbólti, og hevur seinastu árini staðið á odda fyri G17 landsliðnum. Pauli hevur eisini drúgvar royndir í venjarahøpi á Skála, og kennir felagið út og inn. Hóast hann seinnu árini ikki hevur nakran aktivan venjaraleiklut í felagnum, so hevur hann fylgt við á síðulinjuni, og hevur verið dagligur gestur undir Mýruhjalla.

 

Umframt arbeiðið við besta mansliðnum, er ongin ivi at Pauli, við sínum drúgvu royndum, eisini fer at geva íblástur til barna- og ungdómsvenjingarnar á Skála.

 

Vit bjóða Paula vælafturkomnan undir Mýruhjalla, og gleða okkum til komandi kappingarár, skrivar Skála Ítróttarfelag.

 

 

 

Ingi Hansen, formaður í Skála Ítróttarfelag, saman við Paula Poulsen, sum tvey tey næstu árini verður venjari í barndómsfelagnum