TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði beinleiðis á Rás2 við Paula Poulsen, høvuðsvenjara hjá Skála aftaná Pauli hevði sæð sínar menn tapt 1-2 ímóti Skála á bráðfeingis heimavøllinum á Tórsvølli í kvøld.
Pauli Poulsen viðgongur, at tað sá einki út, tá KÍ aftaná eina lítla løtu var á odda 2-0, men hann er fegin um, at liðið megnaði at stríða seg inn aftur í dystin við einum góðum máli. Tó iðrar hann seg um, at tað ikki eydnaðist skálamonnum at trýsta KÍ meir í seinna hálvleiki.
Pauli Poulsen leggur ikki í at gera nakra stórvegis viðmerking um bráðfeingis heimavøllin á Tórsvølli, sum ikki gav Skála nakað stig á hesum sinni.