Pauli tveittur í eldin ímóti Eggert

Pauli Jacobsen er nýggjasti føroyingurin í fremstu donsku hondbóltsdeildini - Hákun West av Teigum fekk aftur leiktíð

Tveir føroyingar komu á vøllin fyri Skanderborg, ið á útivølli vann 31-28 á Skjern í fremstu donsku hondbóltsdeildini.

Hákun West av Teigum fekk sín fyrsta dyst fyri Skanderborg fyri viku síðani, tá ið hann skoraði tvey mál í sigri á Århus.

Í dag var Pauli Jacobsen eisini úttikin sum eykamálmaður, og hann slapp at royna seg á vøllinum eisini.

Pauli Jacobsen var á beinkinum, meðan Salah Boutaf spældi so at siga allan dystin, og var sera avgerandi fyri at Skanderborg vann dystin.

Men eftir at 14 minuttir vóru leiktir, var boð eftir føroyska málverjanum

Tá fekk Skjern brotskast, og Pauli Jacobsen var tveittur í eldin.

Og tað var vorðið sum elddópur, tí Anders Eggert, ein av bestu brotskastsskjúttunum í danskari søgu, var settur at taka.

Føroyingurin fekk ikki fatur á danska Evropameistarunum frá 2012, ið gjørdi støðuna til 9-5 til Skjern, og so fór føroyingurin á bonkin aftur.

Skanderborg fekk vent dystinum, og eftir ein framúr seinna hálvleik endaði tað við  31-28 sigri.

Sigurin var eisini so tryggur, at teir ungu sloppu framat hjá Skjern. Hákun West av Teigum fekk seinastu minuttirnar, meðan Pauli Jacobsen aftur var skiftur inn í seinasta minutti. Hann skuldi aftur royna seg ímóti brotskasti, men Elvar Ørn Jónsson fekk bóltin í málið.