Her er talan um messuaklar, messuskjúrtur, altardúkar og líknandi.
Til tess at fáa eitt yvirlit yvir øll hesi klæðini hevur Paulina ferðast kring landið tey seinastu 30 árini, har hon hevur vitjað allar kirkjurnar.
Áhugan fyri hesum arbeiði fekk Paulina, tá hon nam sær útbúgving sum hondarbeiðslærarinna í Danmark í 1982.
Til tess at gera listan uppaftur meiri fullkomnan hevur hon tey seinastu árini enn einaferð verið runt og kannað, um hon hevur fingið skrásett øll kirkjuklæðini. Nú er arbeiðið um at vera liðugt.
Komandi vár ætlar Paulina at hava ein fyrilestur um sítt arbeiði. Samstundis verður ein framsýning í kirkjukjallaranum í Hoyvíkar kirkju, har hon fer at vísa myndir og møguleiki verður at lesa um kirkjuklæðini.
(kelda: folkakirkjan.fo)