Pávin nú á Instagram

Frans pávi er nútímans. Í gjár kunngjørdi pávin á Twitter, at hann nú eisini hevur profil á Instagram.

Frans pávi er nútímans. Í gjár kunngjørdi pávin á Twitter, at hann nú eisini hevur profil á Instagram. 

Tað tók bert 4 tímar hjá pávanum at fáa 400.000 sonevndar fylgjarar á Instagram.

Fyrsta myndin á nýggja profilinum vísir pávan, ið liggur á knæ og biður. Til myndina er teksturin: Bið fyri mær.

Síðani 2012 hevur Frans pávi verið á Twitter. Har fylgja 9 milliónir honum.

Á Twitter skrivar pávin soleiðis um nýggja profilin á Instagram; - I am beginning a new journey, on Instagram, to walk with you along the path of mercy and the tenderness of God.

 

Tá pávin skrivar ella leggur myndir út á ymsu profilarnar, so er tað kortini ikki pávin sjálvur, ið ger hetta, tí hesum tekur samskiftisdeildin hjá Vatikaninum sær av.

 

Nýggi profilurin á Instagram sær dagsins ljós ein mánað eftir, at pávin hevði fund við ovastu leiðsluna fyri Instagram, veit New York Times at siga.