Pedagogar vunnu sær størstu virðingina

Verkfallið hjá pedagogunum vísti, at kvinnuliga frígeringin gongur í stigum. Fyrst skuldu kvinnurnar út arbeiðsmarknaðin. Tann kampurin er vunnin. Nú stendur stríðið um at vinna traditionellu kvinnufakunum virðing á arbeiðsmarknaðinum og fyribyrgja trælahaldi í ávísum fakbólkum. Við verkfallinum átóku pedagogar sær eisini at ganga á odda fyri fakfelagsrørsluna og vunnu sær størstu virðing fyri hetta, segði Uni Arge, journalistur, í gestarøðu á aðalfundinum hjá Føroya Pedagogfelag 14. apríl

Eg ivaðist eitt sindur í, um eg skuldi taka av at halda hesa gestarøðuna, men tá eg hevði hugsað um tað eina løtu, gjørdi eg av at gera eina roynd, tí kanska hevði eg eina viðkomandi søgu at siga. Og her kemur søgan.


Eg vaks upp í eysturbýnum í Havn beint við Hoyvíkstjørn púra frælsur. Hetta var í 70'unum og fyrst í 80'unum, tá kvinnufrígeringin ikki rættiliga hevði tikið dik á seg, og mammurnar tí ofta vóru heima. Vit góvu okkum sum børn ikki far um, hvat mammurnar hildu um at ganga heima, men fyri okkum var hetta stórt, tí vit vóru fræls og samstundis púra trygg. Vit høvdu frælsi til at finna upp á spøl sjálv, sum vit spældu uttan fyri húsini, og vit funnu upp á nógv spøl. Vit høvdu frælsi til at byggja flakar, sum vit flotaðu í Hoyvíkstjørn á hvítum tundurkassum, sum brennivínsfløskur høvdu verið í. Og vit høvdu frælsi til at súkkla runt um geilar, klandrast okkara millum og sjálv finna saman aftur, tá vit vóru liðug at klandrast. Við nútíðareygum kundi onkur kanska sagt, at vit vóru óforsvarliga fræls, men soleiðis kendist tað ikki. Vit spældu, tí vit hildu okkum duga at spæla, og tað, sum vit ikki dugdu, lærdu vit okkum, ikki bara at gera flakar, men eisini at smíða húttur, sum vóru okkara loydnarfullu holur kring um í grannalagnum.


Men so ein dagin rakti kvinnufrígeringin okkum sum ein skelkur. Mamma ætlaði sær undir útbúgving, og tað skuldi hava við sær, at hon ikki fór at vera heima altíð. Hvat skuldu vit gera í døgurðatímanum? Skuldu vit sjálv fáa okkum at eta? Og hvønn skuldu vit tosa við? Eksistensiellu spurningarnir vóru nógvir, tí mamma ætlaði sær í skúla. Hon fór so í fyrsta flokkin á nýstovnaðu pedagogútbúgvingini á Læraraskúlanum í 1986. Mamma, sum altíð var inni, tá vit duttu inn um gáttina at bidda pengar ella fáa okkum at eta, tí vit vóru svong, skuldi nú ikki longur bara vera heima. Vit vóru tá komin í skúlaaldur, so vit endaðu ikki í barnagarði av teirri orsøk, og tí havi eg ongantíð gingið í barnagarði - undantikið tvær vikur í mínum lívi. Hetta var í barnagarðinum í Tjarnardeild, har Føroya Arbeiðarafelag heldur til í dag. Velduga stórt hegn var rundan um allan garðin, og eg skilti onki av hesum ófrælsinum. Hvat var endamálið við hegninum? Hví var eg innibyrgdur, spurdi eg allan dagin, og eg hekk grátandi í hegninum, tí eg vildi sleppa út. Út í mítt frælsa grannalag at spæla við hini børnini.


Og eg slapp tíbetur útaftur. Eg slapp út at uppliva barndómin, sum hann var, tá børn vuksu frítt upp í sínum grannalag, tá mammurnar vóru heima og síðan reistu seg og fóru út á arbeiðsmarknaðin, og tá so pedagogútbúgvingin varð sett á stovn í Føroyum, tí samfelagið broyttist og kravdi, at barnaansingin varð skipað í stovnar. Brátt hvarv tíðin, tá børn spældu heima allan dagin. Brátt hvarv tann samansjóðandi døgurðatímin, tá tú kundi fáa teir ein lúr upp undir seinnapartin. Og brátt kom so tíðin, tá familjurnar løgdu uppalingina av børnunum í hendurnar á pedagogunum í barnagørðunum. Støðugt fleiri føroyingar vórðu útbúnir sum pedagogar, serliga kvinnur, men eisini nakrir menn. Tey lesandi diskuteraðu pedagogiskar arbeiðshættir og greinaðu sangtekstir um totalitera barnauppaling hjá Bjørn Afzelius og John Lennon, og lærararnir í fólkaskúlanum fingu kapping, tí nú høvdu ikki bara teir klørnar í børnunum. Pedagogarnir kendu og ávirkaðu børnini, langt áðrenn lærararnir hittu tey.


Soleiðis broyttist samfelagið, og eg minnist, tá fótbóltslandsliðið fyri eini fimm árum síðan kláraði seg illa, og øll spurdu, hvat var galið, tí spælararnir tóktust ikki at vera serliga stríðsfúsir. Tá glapp úr mær í eini grein, at tað var tí, at teir høvdu gingið so nógv í barnagarði, har teir høvdu havt tað ov gott. Tað, sum lá í útsøgnini, var helst, at pedagogarnir høvdu kýnt dreingjunum so nógv, at teir vóru vorðnir ov fittir og ov lítið villir. Ja, kanska lá eisini í útsøgnini, at tá vit reikaðu frælsir runt í grannalagnum, so kluvu vit upp í eitt træ, um vit høvdu hug til tað, men nú verður tú kanska biðin um tekna træið í staðin, tí tú mást jú ikki detta, og tú skalt ikki enda sum ein ótillagaður villmaður, men ein skapandi borgari, sum er so væl fyri sosialt, at øll hámeta tína atferð. Útsøgnin elvdi til kjak á pedagogskúlanum, skilti eg, men eg veit, at hon var ov svørt og hvít, tí longu í 1992, tá eg var hjálparfólk í fýra mánaðir í einum barnagarði í Havn, skilti eg, at kvinnur í barnagørðum kunnu vera ovurfegnar um at síggja menn har. Spæl okkurt mannfólkaspæl við dreingjunum, tí dreingirnir hava brúk fyri tí, søgdu tær. Tað gjørdi eg so, og eg gjørdi so nógv av einaferð, at ein drongur fór at gráta. Tá skilti eg so, at onkustaðni ímillum tað stilla og villa finst lykilin til hóskandi pedagogikk.


Kvinnufrígering broytti alt

Samfelagið er púra umskift seinastu 30 árini. Hugsið tykkum, at í 70’unum vóru 3-4 dagstovnar í Tórshavnar Kommunu. Í dag eru teir 38 tilsamans. Eg haldi, vit kunnu staðfesta, at samfelagið er broytt til tað betra. Kvinnurnar fóru út á arbeiðsmarknaðin, tí tær vildu ogna sær fakligar førleikar og menna seg sum menniskju. Tað var púra sjálvsagt, at hetta hendi, og tá tað hendi, var tað sjálvsagt, at barnauppalingin mátti skipast øðrvísi, og at brúk gjørdist fyri fleiri hundrað og seinni túsundtals pedagogum, hjálparfólkum og stuðlum, ikki bara at taka sær av børnum, men eisini fólki við menningartarni. Samfelagið fekk stóran ágóða av kvinnufrígeringini. Samfelagshjólini fóru at mala skjótari, tí fleiri hendur komu í arbeiði. Mannligi dominansurin minkaði, kvinnurnar fingu eitt orð at skula hava sagt í avgerðunum, og smátt um smátt tóku tær seg eisini fram í politikki, har stóru avgerðirnar verða tiknar. Á hendan hátt hevur kvinnuliga frígeringin verið við til at nútímansgera Føroyar sum samfelag, og hóast tað var stuttligt hjá mær at spæla skipari á flakunum á Hoyvíkstjørn á sinni, so havi eg unnað so hjartaliga mínum egnu børnum at ganga í barnagarði og dagrøkt, har tey lærdu og upplivdu so mangt saman við dugnaligum og fyrikomandi pedagogum, hjálparfólkum og dagrøktarmammum.


Men kvinnur hava framvegis avbjóðingar, hóast tær eru farnar út á arbeiðsmarknaðin, og avbjóðingarnar eru serliga, at arbeiðsgevararnir langt frá altíð virða teirra størv og teirra stríð, og at kvinnur sjálvar ikki altíð eru nóg ídnar at standa fast við síni krøv. Tí eru lønirnar hjá pedagogum og t.d. eisini sjúkrarøktarfrøðingum ov lágar. Tær eru ikki lágar, tí hesir fakbólkar hava minni týdning enn aðrir fakbólkar. Hesir fakbólkarnir eru tvørturímóti límið, sum fær samfelagið at hanga saman, tí leggja teir arbeiðið niður, gongur ikki long tíð, áðrenn tað sansar at allastaðni. Í heyst fingu vit so eitt nýtt landsstýri, sum bæði vildi hækka pensjónsskattin hjá øllum og geva teimum, sum tjena nógv meira enn pedagogar, fleiri túsund krónur í skattalætta um mánaðin. Gott hjá teimum. Sjálvandi elvdi hetta til mótmælir, og tað minti um støðuna undir kreppuni, tá 74 fakfeløg gjørdu bart í kuldanum á Vaglinum og søgdu, at tey funnu seg ikki í nýggja politikkinum. Men hvussu nógv meintu tey við síni mótmælir? Vóru tey líka stálsett sum útróðrarmenninir í 1975, tá teir blokeraðu alla havnina í Havn? Vóru tey sum Ingeborg og tey í 1987, tá tey settu hart ímóti hørðum í tríggjar vikur við blokadum? Nei, tað vóru tey ikki. Ikki øll. Bara eitt felag stóð fast við tað, sum tað frá byrjan segði og meinti, og tað var Føroya Pedagogfelag.


Boðini vóru greið. Lønin er láturliga lág, og tykkara prinsipp eru skeiv, segði felagið frá byrjan við arbeiðsgevararnar, og tað sama segði felagið, tá tað tók konsekvensin av tí, sum tað hevði sagt, og fór í verkfall. Við hesi avgerð tók Føroya Pedagogfelag á seg at bera kyndilin fyri alla fakfelagsrørsluna í eini tíð, har konsekvensloysi og teknokratiskt snakk eru farin at eyðkenna tey fyrr so eldhugaðu fakfeløgini. Berjist tú ímóti einum mótparti, sum onki virðir teg, kanst tú ikki hopa eftir hæli og kunngera at enda, at tú onki meinti við tíni mótmæli. Tú mást standa fast. Og tað gjørdi Føroya Pedagogfelag, tá fakfelagssamstarvið brotnaði í límingini, og fakfeløg kropp á kroppi gjørdu avtalur, sum ongin var errin av. Og eg kann siga tykkum, at millum fólk stendur størsta virðingin framvegis um eitt felag eftir orrustuna í vetur, og tað felagið er Føroya Pedagogfelag. Ongin hevði væntað, at tað var haðani, at ein nýggj Ingeborg skuldi daga undan kavi, og ongin hevði væntað, at hetta felagið var so væl skipað og kundi skapa so stóran sympati rundan um seg, sum tað gjørdi. Ja, ongin hevði heldur væntað, at hetta felagið, sum traditionelt er eitt felag við hóvligum kvinnum og eisini monnum, fór at seta leiðaranum á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum stólin fyri hurðina og megafonina fyri oyruni, tá tað kom til skarpskeringar.


Dygdirnar gjørdust almennar

Tit vita, hvussu tað byrjaði. Teir fyrstu 2-3 dagarnar vóru øll so glað fyri broytingina, at børnini vóru heima. Ommur og abbar gongu smílandi í býnum við barnavognum, og alt var fínt. Hetta var familjuligur hugni sum fyrr í tíðini, tá samfelagið ikki var broytt. Men so fóru tey at troyttast øll somul, tí tey kundu jú ikki passa børnini í eina heila viku, og hvussu við teimum, sum høvdu heilt serligan tørv? Hvussu leingi skuldu hetta vara? Tað fyrsta, vit løgdu til merkis, var, at Føroya Pedagogfelag kravdi, at limirnir møttu upp í verkfalstíðini. Har er skil í, hugsaðu vit. Tað næsta, vit sóu, var, at 2.000 hjørtu vórðu sett á Tinghúsvøllin. Tey eru kreativ, hugsaðu vit. Tað triðja, vit upplivdu, var, at eini 1.300 pedagogar møttu upp til mótmælisgongu í Havn. Tey standa saman, hugsaðu vit. Tað fjórða, vit upplivdu, var, at ein herdeild úr Føroya Pedagogfelag fór á flogvøllin at taka ímóti formanninum í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum at leggja trýst á hann. Tey eru humoristisk, hugsaðu vit. Tá hann ikki hevði mandat til nakað, heysaðu tit so sjórænarafløgg upp í flaggstengurnar uttan fyri Fíggjarmálaráðið, blokeraðu inngongdina har og herdu tiltøkini á bústovnunum. Tey eru viljasterk, hugsaðu vit tá. Fyri hvørt átak vaks virðingin millum fólk fyri tykkara felag, tí hugsið tykkum, hvat tit uppnáddu: Tit vístu, at pedagogar eru væl skipaðir, kreativir, humoristiskir, viljasterkir og standa saman.


Tit vunnu við stríðnum prinsippið um fyrireikingartíðina, tit vunnu fleiri krónur oman á lønina, og tit gjørdu av við prinsippið um differentiering millum limirnar. Men tit vunnu so nógv annað, tí verkfallið var sum ein stór almenn framsýning í tríggjar vikur. Ein framsýning, sum tænti pedagogiska fakinum til miklan sóma, og sum fekk hvørt einasta menniskja at tosa um pedagogar og teirra týdning í samfelagnum. Ein framsýning, sum fekk øll at reflektera um ta samfelagsbroyting, sum er farin fram seinastu 30 árini. Hava tey onga tíð at fyrireika seg í, spurdu mong undrandi og hildu, at tað mátti verið sjálvsagt, at tit sluppu at fyrireika tykkara arbeiði. Men hetta er so ein rættur, sum langt síðan skuldi verið vunnin, og her sigi eg so tað, sum eg nevndi, at teir traditionellu kvinnufakbólkarnir eru ikki altíð so ídnir at krevja sín rætt á nóg sannførdan hátt. Men nú er hetta hent, og eg haldi, at verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag var ein fyriboðan. Ein fyriboðan um, at kvinnufrígeringin gongur í stigum. Fyrst skuldu kvinnurnar út á arbeiðsmarknaðin. Tann kampurin er vunnin. Kampurin nú snýr seg um at fyribyrgja, at traditionellu kvinnustørvini verða lægri mett enn onnur størv í samfelagnum, ja, vit kunnu siga at fyribyrgja trælahaldi í ávísum fakbólkum og stættarmuni millum fakbólkar. Ið hvussu er man tað ikki loysa seg fyri tykkum at lata samfelagið gera sær dælt av, at kvinnur hava so sterk umsorganargen, at tit uppala børn og ansa fólki við menningartarni fyri ongar pengar, tí tykkara hjarta sigur, at tað eiga tit at gera.


Tí hyggið bara at, hvat samfelagið við lóg krevur av tykkum, hetta samfelagið, sum er broytt so nógv, og har ráðandi menninir stútt og støðugt tosa um framburð, meira ferð á samfelagshjólini og alt hatta har. Í dagstovnalógini stendur, at tit við umsorgan og tryggum barnavinarligum umhvørvi skulu menna og menta børnini á fullgóðan hátt. Tit skulu menna andsfrælsið, tollyndið, javnvirðið og fólkaræðisligu fatanina hjá børnunum, sigur lógin. Tit skulu búgva børnini til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í fólkaræðisliga samfelagnum. Tit skulu menna teirra skapandi evnir og styrkja teirra samleika, sjálvsvirði og sjálvkenslu. Tit skulu tryggja teimum heilsugott og rørsluliga strimbrandi umhvørvi innandura og uttandura. Munnu fólk vita hetta? Munnu fólk virða hetta? Í lógartekstinum verða brúkt so nógv orð úr sálarfrøðini, fólkaræðisligu siðvenjuni og mannarættindastríðnum, at vit kunnu staðfesta, at stovnsgjørda uppalingin snýr seg ikki bara bara um at ansa eftir børnum. Hon snýr seg um at skapa heil menniskju, sum bæði inneftir og úteftir hava sjálvsálit, sum skilja tann samfelagsliga samanhang, tey eru sett niður í, og sum fata, hvat tað snýr seg um at samstarva við onnur og virða onnur. Og mín sann, um samfelagið ikki eisini krevur, at tit skulu gera hetta á fullgóðan hátt.


Í barnagarði ynski eg...

Jú, takk, eiga tit at siga, men so skulu arbeiðsumstøðurnar eisini standa mát við krøvini, og tit eru í ferð við at krevja tykkara rætt. Tit vunnu fyrsta slagið, um tit ikki vunnu so øgiliga nógvar krónur. Men tað krevur væl saktans meira enn 1-2 tveir tímar um vikuna at fyrireika børn til at gerast heil menniskju, sum hava sjálvsálit, sum fata tann samfelagsliga samanhang, tey eru sett niðurí, og sum skilja, hvat tað er at samstarva við onnur og virða onnur. Hetta er ikki bara spæl og sangur. Hetta er undirvísing, sum krevur umhugsni og kós í arbeiðinum, og júst hendan spurning fingu tit varpað ljós á við verkfallinum. Sjálvur visti eg ikki, hvat lógin segði um hendan spurningin áðrenn verkfallið, men eg veit tað nú, tí tit stóðu fast og kravdu tykkara rætt. Eg havi tó vitað, hvønn ovurhonds stóra týdning, pedagogiska arbeiðið hevur havt á t.d. verkstøðum og bústovnum. Eg plagdi at halda jól saman við fólki av bústovnum, tí mamma hevði tey heim við sær um høgtíðina. Hesi eru jólini, vit oftast tosa um í dag, tí tá hendi altíð okkurt hugfarsligt, sum setti kulør upp á høgtíðina. Hesi vóru fólkini, sum vit ikki høvdu pláss fyri fyrr, men sum vit í dag taka okkum av, og tað ger okkum til eitt heilstoyptari samfelag, tí heilstoypt samfeløg hava pláss fyri øllum, eisini teimum, sum hava tørv á vegleiðing frá fakfólkum.


Og nú ímyndi eg mær so, at eg var barn í dag. Hevði eg reikað frítt um kring í grannalagnum saman við eini rúgvu av øðrum børnum og bygt flakar og húttur? Nei, tí tann tíðin er farin. Í ymsu heimunum er kvirt um dagarnar, tí øll eru úti. Foreldrini eru til arbeiðis, og børnini eru á stovni ella í skúla. Men sum verkfallið vísti, so eru børnini í góðum hondum. Samfelagið hevur staðfest við lóg, hvat børnunum tørvar, og starvsfólkini á stovnunum útføra tann setning, sum lógin fyriskrivar. Tá eg gangi fram við einum barnagarði, síggi eg heldur ikki børn hanga í hegninum, tí tey vilja sleppa út. Hvat skuldu tey farið út til, tá øll børnini, tey kunnu spæla við, eru innanfyri, og tá fólk útføra arbeiðið innanfyri, sum eru bæði kreativ, humoristisk og viljasterk? Eg ímyndi mær, at um eg var barn í dag og kravdi, at eg skuldi vera barn sum fyrr í tíðini og vaksa upp í fullkomnum frælsi í grannalagnum, so hevði eg at endað leitað mær til ein barnagarð, hingið grátandi í hegninum uttanfyri og rópt av øllum alvi: Eg vil inn, tí í barnagarði ynski eg at sleppa at ganga beinanveg!


Takk fyri!