Herfyri fekk Nordisk Film fimm milliónir í stuðli. Tí fara Ove Sprogøe, Morten Grundwald og Poul Bundgaard aftur í holtur við allar síðsta og endaliga filmin í røðini um Olsen-Banden.
Filmurin hevur lopngu fingið heitið »Olsen-Bandens sidste stik«, og farið verður undir upptøkurnar síðst í komandi mánaði. Kostnaðurin at gera filmin er 16 milliónur krónur.
Balling verður ikki við
Hetta verður so tann fyrsti Olsen-Banden uttan Erik Balling sum filmsleikstjóra. Heilsan er farin at bila hjá »pápa Olsen-Banden«, sum tí hevur latið næsta manni sínum seinastu 37 árini, Tom Hedegaard uppgávuna, meðan Balling fer at fylgja ætlanina sum ráðgevi.
Ove Sprogøe, sum er 77 ára gamal, harmast um, at teir skulu arbeiða uttan »pápa«:
? Vit eru ógvuliga harmir um, at Balling ikki er við. Tað verður ikki tað sama, men tað halda hinir báðir, og um hann kann sveima omanfyri okkum, so verður tað kanska nakað tað sama. Men eg haldi, at best var, um hann var við, sigur Ove Sprogøe.
Bandin er vorðin eldri, hóast teir eru bæði ungir og kátir, tá tú bara hoyrir teir spentar greiða frá.
? Vit gleða okkum ótrúliga nógv at fara undir upptøkurnar. Her sita teir báðir ungu og so knekturin aftanfyri. Vit eru nervøsir - men kortini klárir at leggja í vaðið. Vit hava alla tíðina sagt, at vit fegnir vildu gera fleiri filmar, men Balling og Bahs hava alla tíðina sagt, at vit skuldu bíða til hetta var vorðið søga, sigur Boul Bundgaard, sum nú er vorðin 75 ár gamalur.
Hann dylur ikki fyri, at beinini ikki eru, sum tey hava verið. So tann víðagitna tríkleyvara gásagongdin á bryggjuni í sólarrisinum er ein sagablot. Í »Olsen-Bandens allersidste stik« situr Kjeld í koyristóli og er endaður á røktarheimi, eftir at Yvonna er deyð. Lítli Børge er eisini við í líki Jes Holsøes, men hann er fráskyldur konu síni.
? Soleiðis sum tað eftir hondini gongst øllum dønum, sigur Morten Grundwald, sum er vorðin 63 ára gamalur. Hann verður noyddu at finna fram rakimaskinuna og tær gulu hosurnar. Bensinprísirnir eru hækkaðir munandi síðani Benny seinast koyrdi fyri fimm krónur av bensini á bilin Chevrolettin frá 1957, so í nýggja filminum koyrir hann »svart« sum avloysari á taksastøðini »Valby-vognen«.
Egon er av tilvild sloppin út eftir at hava dvælst í 18 ár á ymsum anstaltum, men tíverri er hald lagt á allar tær mongu ætlanirnar hjá honum. So kemur brádliga fram eitt reytt, slitið kuffert við teimum viðgitnu og topployniligu Wanderberg-skjølunum, og so er hin versti leysur í Laksagatu.
Hjálpir Clinton
Kuffertið skal beinast av vegnum, og tað er júst arbeiðið fyri Olsen-Bandan, heldur hart plágaði deildarstjórin, Halladsen og letur uppgávuna til kriminalassistentin Jensen og hin unga Holm - aliast Axel Strøbye og Ole Ernst.
Á skálkasíðuni fara Bjørn Watt Boolsen og Ove Verner Hansen, eisini kallaður »búffurin« at takar sær kerliga av Egon & Co, og tónleikaliga er Bent Fabricius-Bjerre eisini við.
? Vit hava eisini tosað um at fáa Clinton við. Skulu vit ikki hjálpa honum?, skemtar Morten Grundwald.
? Åh, tí hevur hann helst gott av, sigur Poul Bundgaard og leggur afturat:
? Vit hava tosað um tað í so mong ár, og nú er tað brádliga vorðið álvari. Eg kenni báðar dreingirnar so væl, at eg tori at siga, at vit allir tríggir gleða okkum.
? Vit fara at gera alt, vit kunnu, hóast tað ikki er so nógv, men tað verður so í øllum føri eitt upplivilsi at vera við. Eg eri so fegin um, at tit hava tikið tykkum saman til at taka hetta stigið - so tað gongur nokk.
Filmsleikstjórin Tom Hedegaard sigur:
? Eg hava arbeitt saman við Erik Balling í 37 ár og kenni alt univers hansara, og eg fari at samstarva við honum undir framleiðsluni. Hetta verður ein nýggur og øðrvísi Olsen-Bandien-filmur, sum verður eitt sindur meira absurdur, men kortini stórt sæð ein filmur, ið líkist rættuliga nógv traditionellu Olsen-Banden filmunum, sigur hann og leggur afturat:
? Hyggið bara eftir teimum! Teir eru so professiónellir?
Fyri at fáa
eitt sindur av skemti
Henning Bahs hevur skrivað filmsleikritið saman við Eriki Balling og er primos motor í ætlanini.
Hann er sera fegin um og undrast á, at tað skuldu ganga 18 ár til næsti filmurin í røðini kom.
? Tað er ótrúligt, at eingin annar hevur tikið kjansin. Fyrr fóru vit til París fyri at skriva leikritið, men tað var, tá vit vóru yngru ava lyndi. Nú hava vit skrivað heima á skrivstovuni, og tað verður spennandi, um vit kunnu liva upp til tað, fólk vænta av okkum.
Annars heldur hann, at skemt og kommedia vantar í donskum filmum:
? Eg haldi, at grundarlag er fyri skemti, men danir gera ikki so nógv, sum er stuttligt. Tað er eisini tað truplasta at gera.
Eisini tí at so nógvir sjálvhátíðarligir DKP?arar sita í høvum størvum, og tað ber ikki til at vera DKP?ari og vera skemtingarsamur av lyndi um somu tíð, sigurt Henning Bahs, sum ikki hevur gloymt sín gamla forkærleika fyri spreingievnum ella fyri at síggja veruleikan við at halla vanga.
? Jú, her verður uttan iva eisini okkurt við spreingievni í. Men Olsen-Bandin er annað enn ymisk rán. Olsen-Bandin er eisini ein samfelagssatira, sum sigur okkum nakað um Danmarkarsøgu og samstundis er Olsen-Bandin ein partur av sjálvfatan dana.
Søgan í hesum filminum byggir á eitt hugskot, sum Erik Balling fekk fyri fýra árum síðani.
? Vit eru ikki politiskt korrektir, so tí roykir Egon framvegis sigar, sigur Bahs.
»Olsen-Bandens aller sidste stik« hevur væntandi frumframførslu í Danmark 1. jóladag, sum er stóri frumframførsludagurin í Danmark.
Keldur: BT 28/1/98,
Nordisk Film,
Olsen-Banden