Dagtilhaldið í Gøtubrá í Norðragøtu, sum heldur til í kjallaranum í eldrasambýlinum, er opið týsdag og hósdag í tímunum frá klokkan 15 til 18.
Á skránni er drekkamunnur, fimleikur, kortspæl, perluseyming, sangur, upplestur og annað, og her er eisini renniband, kondisúkla og rógvimaskina til taks.
- Dagtilhaldið í Gøtubrá byrjar aftur hósdagin 7. januar, og allir pensjónistar í Eysturkommunu eru vælkomnir, siga tey, sum standa aftan fyri tiltakið.