Petrovic var ikki heilt misnøgdur

Royndi venjarin hjá Slavia Mozyr segði seg vera nøgdan við spælið hjá sínum monnum, men hann var ikki nøgdur við royndirnar ímóti málinum

 

EUROPA CUP FÓTBÓLTUR

Jóannes Hansen


Tað var ein 46 ára gamal maður við nógvum royndum í altjóða fótbólti, sum hevði ábyrgdina av Slavia Mozyr mikukvøldið. Vladimir Petrovic er jugoslavi. Hann hevur spælt við Reyðu Stjørnuni í Beograd, og hann hevur verið á jugoslaviska landsliðnum í nógv ár.

Longu í 1974, tá HM endaspælið var í tí, sum tá kallaðist Vesturtýskaland, umboðaði Petrovic, sum bara var 18 ára gamal og næstyngsti spælarin yvirhøvur í endaspælinum, á jugoslaviska landsliðnum. Og hann var eisini á landsliðnum, tá Jugoslavia luttók í endaspælinum, sum var í Spania í 1982.

Tað var eftir hetta seinna endaspælið, at Petrovic varð seldur til størsta London felagið, Arsenal, har hann var fastur fúsur eitt skifti.

Ovfarin av VB

Tá vit spyrja jugoslavan, um mótstøðuliðið spældi soleiðis, sum hann hevði ímyndað sær, at teir fóru at gera, so svarar hann soleiðis:

? Út frá tí, sum eg visti um fótbólt her á leið, hevði eg roknað við, at mótstøðumenninir fóru at spæla meiri í luftini og at vera meiri ágangandi í fysiska spælinum, enn teir vóru. Men eg má undirstrika, at eg kendi sera lítið ella rættari sagt einki til mótstøðuliðið. Nú havi eg havt høvi at kanna teir í 90 minuttir, og tað fara vit vónandi at fáa nyttur burturúr, tá vit fara at spæla á heimavølli komandi mikukvøld.

Vladimir Petrovic sigur seg ikki vera misnøgdan við spælið hjá sínum liði, men hann var ikki nøgdur við royndirnar ímóti málinum:

? Skotini vóru alt ov óneyv, og vit fingu einki burturúr innleggunum. Eg haldi, at eg taldi 24 hornaspørk til okkara menn, og tað er ov vánaligt, at tað ongantíð spurdist nakað burturúr.

Venjarin heldur ikki, at tað var nøkur katastrofa fyri hann og Slavia Mozyr, at teir ikki vunnu mikukvøldið:

? Í Europa Cup høpi var hetta fyrri hálvleikur. Seinni hálvleikur verður í Hvítarusslandi komandi mikukvøld. Tað ræður um at vera omaná, tá báðir dystirnir eru spældir, og eftir dystin í kvøld haldi eg, at vit kunnu rokna við tí, segði Vladimir Petrovic, sum kendi seg kløkkan, tá málverjin hjá honum gjørdi tvey stór mistøk.