Petur Knudsen er aftur á vøllinum

Landsliðsspælarin var á vøllinum síðstu løtuna, tá ið NSÍ við 3-0 sigri helt tørn um næstfremsta plássið, meðan TB nú er aftast

Tað endaði við 3-0 heimasigri, tá ið NSÍ í góðveðrinum seinnapartin hevði vitjan av TB. Úrslitið ber við sær, at tað er greitt, at NSÍ eisini eftir hetta umfarið verður næstfremst. Um tað verður við sama stigatali sum HB fæst at síggja, tá ið grannauppgerðin í Gundadali verður liðug seinni í kvøld.

 

Fyri TB ber úrslitið við sær, at tvøramenn eru aftastir. TB fær sunnudagin vitjan av B36, og NSÍ fer fríggjakvøldið at spæla grannauppgerð á Svangaskarði.

 

Hjá TB snúði tað seg um at verja málleysa javnleikin og at dúva upp á onkran møguleika at fara í skjótt mótálop. Tað var málleyst, tá ið teir fóru at hvíla seg. Hjá NSÍ gekk tað illa at fáa ferð í spælið, og sendingarnar vóru ikki so neyvar, sum tær ofta fyrr í summar hava verið.

 

Fýra minuttir eftir steðgin glapp hjá NSÍ, og so gekk tað fyri seg eftir fyritreytunum hjá heimaliðnum. Uppspælið var í høgru, har Jann J. Benjaminsen og Jasper Van Der Heyden áttu uppspælið, og umvegis Brand H. Olsen endaði bólturin við handara stólpa, har Aron Knudsen var málskjútti fyri áttandu ferð í ár.

 

Klæmint A. Olsen økti um munin til 2-0, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í málið eftir horna úr vinstru frá Brandi H. Olsen, og innskifti Emil Weihe Joensen staðfesti trivaliga sigurin.

 

Fyri heimaliðið og føroyskan fótbólt yvirhøvur er tað hugaligt, at Petur Knudsen aftur er á vøllinum. Hann hevur verið knæskaddur í meiri enn tríggjar mánaðir, og í dag varð hann 18 minuttir eftir steðgin skiftur inn á NSÍ liðið.

 

 

 

NSÍ – TB 3-0 (0-0)

 

1-0: Aron Knudsen

 

2-0: Klæmint A. Olsen

 

3-0: Emil Weihe Joensen

 

Dómari: Leivur Zachariassen

 

NSÍ: Kristian Joensen – Jann J. Benjaminsen, Hassou Diaby Ndiaye, Daniel Obbekjær, Fabian Ness – Beinir Nolsøe, Brandur Hendriksson Olsen, Michal Przybylski – Jasper Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Aron Knudsen

 

TB: Olivur Øster – Torkil Holm, Musah Armah, Ragnar Joensen, Tummas Pauli Christiansson – Mohamed Samba, Amidou Diop, Joel Sundström, Mikal Tummasarson,Mattias Dahl Djurhuus – Aron Arnholdsson