Peugeot 407 1,6 HDI besti arbeisðbilur

Danska avísin Børsen hevur kosið Peugeot 407 1,6 HDI sum "Danmarks bedste Jobbil". Motorurin, designið, og koyrieginleikarnir vóru viðvirkandi til góða karakterin

Motorurin er ein lítil perla, designið er flott, smart interiør, og framúr koyrigleði eru nakar av grundgevingunum hjá dómsnevndini sum valdi
Peugeot 407 1,6 HDI millum 9 aðrar dieselbilar sum "Danmarks bedste Jobbil". Niðurstøðan var, at trupult er at seta fingurin á nakað.
Øll vóru samd um at geva bilinum sítt besta viðmæli. Eisini var bilurin tann bíligasti í sínum klassa.
Designið er smart og sportsligt. Innbygda trygdin og koyrieginleikarnir eru eisini nakað heilt serligt.
Talan er um ein sera spennandi og framkomnan bil við nógvari nýhugsan.
Peugeot 407 1,6 HDI hevur 110 hk og innbygt FAP sótfiltur.
Tað er italski bildesignarin Pininfarina, sum eisini teknar italsku Ferrari sportvognarnar, ið hevur designað Peugeot 407.