Allan Jones hevur arbeitt sum logistikkmaður hjá Texaco í 27 ár. Hann var við í fyrireikingunum hjá Texaco í Føroyum og var við til at gera tann partin av umsóknini til leiting, sum snúði seg um flutning, útgerðarstøð ol. Texaco rakk sum flestu kunnugt ikki til at fáa eitt loyvi at leita eftir olju og gassi við Føroyar.
Tað verður ikki lætt at fordeila tað syndri av arbeið, sum verður í sjálvari leititíðini. Tá fer bert at vera brúk fyri eini útgerðarstøð heldur Allan Jones, sum heldur ikki dylur fyri, at teirra boð uppá oljuútgerðarhavn var Runavík. Teir høvdu gjørt eitt rættiliga stórt kanningararbeiði og royndu so eisini at taka støðu til spurningin í umsóknini, hvar ein útgerðarstøð skal vera. Hetta var eisini tað, sum Oljumálastýrið bað oljufeløgini um at gera viðmerkingar til.
Allan Jones heldur tað vera náttúrligt at taka Suðuroynna við í myndina, tá tað kemur til eina veruliga framleiðslu. Sjálvur heldur hann ikki, at infrastrukturin í oynni loyvir eini útgerðarhavn har í løtuni. Her hugsar hann ikki minst um tyrlupallin, sum als ikki lýkur tey krøv, sum oljuvinnan setur til ein slíkan. Hann heldur, at verður tyrlupallurin útbygdur, so kann hann avgjørt vera við til at skunda undir eina útgerðarhavn í oynni. Tað má vera ein tyrlupallur, sum kann taka ímóti teimum stóru tyrlunum frá pallunum.
Allan Jones sigur, at hann í sambandi við eina útgerðastøð hevði brúkt Suðuroynna at lata brennievni til eitt nú tyrlurnar, vatn og nakað av tilfarinum til sjálva boringina. Tað hevði kunnað spart millum 5-6 tímar sigling, um bátarnir sluppu undan at fara til t.d. Runavík. Hann heldur, at um føroyska samfelagið og ojufeløgini saman høvdu gjørt íløgur í at betra um tyrlupallin í Suðuroynni so hevði borið til longu nú at havt nakað av virksemi á Drelnesi.
Allan Jones dylur ikki fyri, at Texaco í umsókn síni eisini tók við Suðuroynna, nú tað var eitt ynski hjá løgtinginum. -Vit mettu at hetta kundi fáa góða ávirkan á okkara umsókn, hvat tað so ikki gjørdi.
-Um nú føroyskir myndugleikar ynsktu, at oljufeløgini fóru at brúka tvær útgerðarstøðir í sjálvari leitingini, høvdu feløgini so mett hetta skilagott?
-Eg haldi hetta hevði verið skilagott uppá longri sikt. Men at rokna við at tveir operatørar sum Amerada Hess og BP høvdu viljað brúkt tvær útgerðarhavnir longu tað fyrsta leitiárið, loyvi eg mær at ivast nógv í.
Hvat viðvíkur íløgum í eina ella tvær útgerðarstøðir í Føroyum eftir at olja er funnin, so heldur Allan Jones, at tað vil vera náttúrligt, at tað almenna, oljufeløgini og kontraktorfeløgini gera íløgurnar saman. Hetta hevur so verið mannagongdin nógva aðrastaðni.
Um Texaco var ein av operatørunum longu tað fyrsta árið av leitingini, so høvdu teir sum sagt valt Runavík, men uppá longri sikt, so høvdu teir eina útbygging av eini útgerðarstøð í Suðuroynni eisini, tí hon liggur nærri feltunum. So kanska innan fyri 2 ella 3 ár høvdu vit sæð, at bæði føroyingar og oljufeløgini høvdu gjørt íløgur í at útbyggja eina útgerðarstøð í Suðuroynni heldur Allan Jones fyri. Hann heldur, at talan kundi verið um at lagt eini 20 til 25% av samlaða útgerðarvirkseminum á Drelnesi.
Hví Runavík!
Vit spurdu serfrøðingin hjá Texaco í útgerðarvirksemi, hví teir heldur høvdu valt Runavík framum Havnina til eina útgerðarhavn í leititíðini?
-Tá boripallarnir fara í gongd við at leita hava teir sera stóran tørv á rørum og allari tí útgerð og tilfari, sum fer niður í sjálvt boriholið. Tú fær brúk fyri stórum øki á landi til at goyma hesa útgerð og tilfar á, og eg haldi, at tað eru fleiri møguleikar at útbyggja havnaøkið í Runavík heldur enn í Havn.
Allan Jones heldur somuleiðis, at tað verður eitt stríð millum fleiri áhugamál í havnini í Havn. Handilsliga virksemið í havnini veksur fyri hvønn dag. Oljuvinnan hevur brúk fyri at kunna virka 24 tímar um samdøgrið. Hon krevur bæði stórt kei- og goymslupláss. Tey fólkini, sum í dag brúka havnina í høvuðsstaðnum fara tí at koma í stríð við oljuídnaðin. -Sjálvur haldi eg, at man eigur at skilja hesi ymisku áhugamálini.
Sund hevur Allan Jones fyri langari tíð síðani avskrivað. -Absolutely no way. Avgjørt ikki Sund. Hetta er ikki ein nóg trygg havn. Eg havi tosað við fleiri um hetta, eitt nú sjóverjuna og havi fingið tað burtur úr, at er nógv alda og ringt veður, so er vandi fyri, at hetta kann skaða skipini við bryggju á Sundi.
Allan Jones heldur tað annars ikki vera øðrvísi at hava eina oljuútgerðarhavn í Aberdeen og eina aðra í Hetlandi ella í Peter Head enn at hava eina í t.d. Runavík og eina í Suðuroynni. Hann heldur tað vera sera sunt við kapping.
Allan Jones dylur ikki fyri, at hann er sera vónsvikin av, at Texaco ikki fekk nakað leitiloyvi við Føroyar. -Vit gjørdu eitt sera stórt og gott arbeiði. Hann dugur ikki at siga, um Texaco fer at vera áhugað í Føroyum í framtíðini, nú tað er keypt upp av Chevron.