Effo-drongurin gjørdi eina so einfalda og stuttliga lýsing, sum ikki hevur sæð sín líka áður. Tí var tað eisini hóskiligt, at hann vann nýggjastu virðislønina á Planet Awards fyri besta føroyska YouTube video.
Hesin nýggi miðilin hevur fingið fólk kring landið at gera upptøkur, seta smáar filmar saman og leggja teir á YouTube. Tríggir føroyskir YouTube filmar vóru tilnevndir til Planet heiðursløn í ár. Teir vóru Klæmint Klakk, sum syngur um Smørið, Sonhard Mariuhønan og Effo-drongurin í Sørvági.
Allan Sonny Joensen, sum stendur fyri lýsingunum saman við John Sigurdi Petersen, ið eigur høvuðsleiklutin, takkaði mangar ferðir fyri, at teir vóru kosnir vinnarar.
- Av tí, at tit hava hugt so nógv, standa vit her í kvøld, segði Allan Sonny Joensen.