Hesar eru tilnevndar at verða ársins songkvinna 2010. Tú kanst eisini ávirka úrslitið við at atkvøða fyri tínum favoritti. Eivør
Í nógv ár hevur hon verið okkara fremsta songkvinna, og hon er framvegis virkin við útgávum og framførslum bæði heima og burturi. 2010 hevur verið enn eitt gott og hendingaríkt ár hjá Eivør, og hon hevur eisini roynt at gingið nýggjar leiðir við tónleikinum hjá sær. Eivør kann syngja tær inniligastu, vakrastu balladurnar, og hon kann froysa rocktónleik úr sær.
Atkvøð fyri Eivør: Send ?pla bk1? til 1906
Guðrið Hansdóttir
Í fjør vann hon eina Planet fyri bestu útgávuna í 2009. Í ár hevur hon havt fleiri framúr góðar framførslur við sínum egna tónleiki, og hon hevur eisini verið á ferð uttanfyri landoddarnar. Guðrið Hansdóttir skrivar og syngur sín egna tónleik, og tað hevur hon gjørt framúr væl á konsertum í ár.
Atkvøð fyri Guðrið: Send ?pla bk2? til 1906
Lív Næs
Hon er eitt lutvíst nýtt navn í føroyskum tónleiki, men hon hevur longu verið við á útgávum og sungið til konsertir og festivalar. Hon hevur eina góða og eyðkenda rødd, og hon dugir væl at tulka teir sangir, sum hon framførir.
Atkvøð fyri Lív: Send ?pla bk3? til 1906
Anna Katrin Egilstrøð
Oddakvinnan í bólkinum Valravn er mest virkin uttanlands. Bólkurin, sum arbeiðir úr frá Danmark, er nýskapandi og spennandi, og tey hava fleiri ferðir verið í uppskoti til heiðurslønir niðri. Anna Katrin Egilstrøð er oddakvinnan í bólkinum, og tað er hon á ein sera sannførandi hátt. Hon syngur væl og gevur tónleikinum hjá Valravn rættiliga flog á fløgu og konsertum.
Atkvøð fyri Annau Katrina: Send ?pla bk4? 1906
Anna Faroe
Hetta hevur verið eitt stórt ár hjá Annu Nygaard. Nógvir føroyingar vistu, at hon sang væl, men hennara fantastiska talent gjørdist av álvara kent, tá ið hon tók lut í donsku X Factor kappingini. Hon vísti seg sum helst besta sangara í kappingini, og við framúr live-framførslum vísti hon seg sum ein sterkan og tryggan sangara. Hetta hevur seinni staðfest á útgávu og konsertum.
Atkvøð fyri Annu: Send ?pla bk5? til 1906