Poison-sangari fingið heilabløðing

Sangarin í rokkbólkinum Poison, Bret Michaels er í einari hættisligari støðu eftir at hava fingið staðfest heilabløðing, sigur viðmerkjari hansara. 47 ára gamla stjørnan úr bólkinum Poison, ið millum annað er kendur fyri sangin ?Every Rose Has Its Thorns? og ?Unskinny Bop,? varð fríggjakvøldið innlagdur á sjúkrahúsið í stórum skundi við álvarsligari høvuðpínu.

 

Hetta skrivar bbc.co.uk í dag.

 

- Hann veit til sín, men hann tosar sera kámt, sigur viðmerkjarin.

 

Michaels, ið hevur sukursjúku og fekk tikið blindtarmin burtur í síðstu viku, gjørdist kendur í áttatiárunum sum forsangari í Poison. Harumframt hevur hann upptikið ein sang við barnastjørnuni Miley Cyrus.

 

Í løtuni luttekur hann í ?The Celebrity Apprentice? í amerikonskum sjónvarpi, har hann er millum yndisluttakararnar til at vinna.

 

- Hann er ein avbera góður kappingarneyti, og eg vóni, at hann verður frægari.