Til dystin millum Hajduk Split og HB høvdu kroatisku fótbóltsfjeppararnir óvanliga nógv neyðbluss við.
Spurningurin hevur síðan tá verið, hvussu teir hava fingið hesi neyðblussini.
Tí tað er ikki loyvi at hava tað við í flogfarinum, og tí hevði tað allarhelst lættliga verið uppdagað í security á flogvøllinum.
Dagin eftir dystin roknaði løgreglan við, at kroatarnir høvdu verið umborð á bátum í Havnini og stolið neyðbluss.
Men enn er eingin fráboðan komin um stuldur frá bátum.
– So vit hava onki yvirlit um, hvar tað kann koma frá, sigur vakthavandi hjá løgregluni.
Spurningurin er so, hvar neyðblussini so koma frá. Um tað er heimagjørt, ella teir hava fingið tað frá onkrum í Føroyum ella hvussu.
Hetta var ikki tað einasta málið, sum tók seg upp til dystin í síðstu viku. Eisini var tað ein Split-fjeppari, sum slóð ein politist í nakkan við inngongdina. Men løgreglan hevur heldur ikki funnið gerningsmannin í tí málinum.