Politiið heldur eyga við hvalinum í Sundalagnum

Undirkjafturin varð sagaður av avgustinum, sum doyði og tey vilja ikki, at tað skal endurtaka seg

Fyribils ger løgreglan ikki nakað við málið um, at onkur hevur tikið undirkjaftin og sostatt eisini tenninar, av avgustinum, sum doyði í Sundalagnum í fyrradagin.

 

Tað sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður í Streymoy.

 

Ongin hevur meldað tilburðin og sýslumaðurin sigur, at meldar Fiskimálaráðið ikki, verður ikki farið víðari við málinum.

 

- Vit gera ikki meiri við málið uttan so, at Fiskimálaráðið meldar, sigur sýslumaðurin.

 

Og fyri so vítt kundi Fiskimálararáðið meldað, tí hvalurin er í roynd og veru landsins ogn.

 

Ætlanin var annars at sleipa hvalin á støðina við Áir, flensa hann og síðani reinsa beinagreindini, og at hava hana at sýna fram á savninum, ætlanin er at gera við Áir.

 

Men eftir at hvalurin var deyður, fóru fólk við sag og sagaði undirkjaftin av honum og harvið fór ætlanin at varðveita hann, fyri skeyti.

 

Ein hvalur afturat liggur í mølini í Sundalagnum og sýslumaðurin hevur ringar vónir um at hann stendur til at bjarga.

 

Men hann sigur, at nú halda hann, og onnur, eyga við hvalinum, tí doyr hann, skuldi tað helst ikki endurtikið seg at onkur sagaði undirkfjaftin av honum og sostatt forkemur ætlanini at fáa hann á ætlaða savnið við Áir.

 

Ein slík beinagrind hevði verið ein fongur fyri savnið – og tað er ikki á hvørjum ári, at hesin møguleikin, at fáa beinagrindina av einum avgusti, býðst.

 

Finnbogi Midjord sigur, at doyr hann, verður hann sleipaður á støðina við Áir og drigin upp har.

 

Les eisini: Fáa ikki hjálpt avgustunum í Sundalagnum

Les eisini: Hvalirnir í Sundalagnum eru illa fyri

 

 Myndina tók Ingi Sørensen