Niðurstøðan er, at fimm av tíggju sonevndum hóttanum móti fiskiskipavinnuni eru politiskar, serliga innan skatt og avgjøld, sum politiska skipanin leggur á vinnuna. NRK eigur myndina

Politikarar eru størsta hóttanin móti fiskivinnuni

Tað sigur norðmaðurin, Kristian Remøy-Bakke, sum nýliga er liðugur við sín masterlesnað í Ålesund

Niðurstøðan er, at fimm av tíggju sonevndum hóttanum móti fiskiskipavinnuni eru politiskar, serliga innan skatt og avgjøld, sum politiska skipanin leggur á vinnuna. NRK eigur myndina

- Tá eg byrjaði upp á masteruppgávuna, væntaði eg, at kvotuniðurskurður, geopoltiskur ófriður, øktir kostnaðir og marknaðurin vóru størstu avbjóðingarnar hjá norska fiskiflotanum.

 

Tað sigur norðmaðurin, Kristian Remøy-Bakke, sum nýliga er liðugur við sín masterlesnað við NTNU (Norwegian University of Science and Technology) - í Ålesund í Noregi.

 

Í uppgávuni hjá honum er niðurstøðan, at heilar fimm av tíggju sonevndum hóttanum móti norsku fiskiskipavinnuni eru politiskar, serliga innan skatt og avgjøld, sum politiska skipanin leggur á vinnuna.

 

Hetta skrivar norska heimasíðan, Fiskebåd, og tað er Kystmagasinet sum endurgevur.

 

Fiskiskipaflotin upplivir politikkin sum størstu hóttanina móti vinnuni.

 

Í uppgávuni kannaði Kristian Remøy-Bakke, hvussu norski fiskiskipaflotin kann stýra millum konjunkturar og búskaparligar kreppur og samstundis tryggja eina burðardygga vinnu.

 

Greiningin vísir, at fiskiflotin kennur seg trýstan lønarliga, kostnaðarliga, eins og fiskiskipaflotin upplivir, at politisku viðurskiftini viðíkjandi vinnuni er óútroknilig.

 

Kristian Remøy-Bakke heldur tað vera órógvandi, at bæði fiskivinnan og fíggjarvinnan halda tað sama, nevniliga at politiska skipanin er størsta hóttanin.

 

- Havfiskiflotin er í einari truplari støðu við minkandi kvotum av týdningarmiklum fiskasløgum, samstundis sum rakstrar-og fíggjarkostnaðir veksa.

 

Niðurstøðan hjá honum í master-upgávuni er, at tað serliga eru teir politisku karmarnir kring fiskivinnuna, sum eru ótryggir.

 

Lesið alla greinina í www.kystmagasinet.no

 

 

 

 

 

Niðurstøðan er, at fimm av tíggju sonevndum hóttanum móti fiskiskipavinnuni eru politiskar, serliga innan skatt og avgjøld, sum politiska skipanin leggur á vinnuna. NRK eigur myndina