Politiska rukkulívið i Føroyum anno 2008

Lag: Lítla Elsa....

Rukkulív í Tinganesi endaði við broti,

Høgni hann er skurkurin, um hann so er í koti.

Javnaður og Tjóðveldi hvørt annað sundur skræða,

onkur grætur, tó tey flestu inniliga læa.


Høgni nú við lásasmiði løgmann hevur lumpað,

einki leggur hann í tað, so løgmaður kann prumpa.

Einasti í landsstýri, ið ongantíð er sekur,

eri eg, í løgmanni tað ónda tankar vekur.


Rukkulív í Tinganesi enda mátti fáa,

høvuðkambar vita vit ei leingi skulu ráða.

Nú er slutt og rukkulívið komið er at enda.

Løgmaður nú mátti Høgna heim til húsa senda.


Ein er Kári - kendur er við skálkinum bak oyra,

sigi eg nú sannleiksorð, ið øll her skulu hoyra;

Koma vit nú Kárarnir framat, hav ongan iva,

øll við gamla Sjálvstýri her trygg væl kunnu liva.


Tobbi hevur bara skapað rumbul her á tingi,

men øll vita hann í sekk og posa hevur fingið.

Einaferð hann segði hart, ei skulu grýtulappar

verða teir, ið gera okkum føroyingar til kappar.


Heini, gamla kempan, enn í Kunoy tryggur situr,

kemur ikki holið nú, úr Skopun Gerhard flytur.

Hesir báðir kempa nú sum menn av øllum alvi,

vita teir at mangur leikur er í longum talvi.


Javnaður í truplu støðu er, ja, so má sigast,

Tjóðveldi í kanningum nú kemur liggja niðast.

Sosialisman hevur prógvað, hon er uttan virði,

nógvir eru seyðirnir, men her er eingi hirði.


Sosialisman fyri Føroya fólki hevur prógvað

at hon dugir ei at stýra, hóast væl er sjógvað.

Føroya fólk nú vónar aðra samgongu at fáa,

har, ið skil og ikki høvuðkambar altíð ráða...


Fyri Føroya fólk er rukkulívið nú at enda.

Aðrir mugu taka við og gongdini nú venda.

Javnaður og Tjóðveldi teir funnu ikki stevið.

Komið aðrir nú framat, tað biða vit Gud gevi.


Óðin Ódn