Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna við Boga Hansen
Týsdagin vóru miðlarnir á tremur við tølum frá »World Glacier Monitor Service« uppgerð, sum seinastu 120 árini hevur gjørt mátingar av jøklunum kring heimin.
Mátingarnar vístu, at hitalagi broytist alsamt skjótari, sum somuleiðis merkir, at jøklarnir bráðna skjótari enn nakrantíð áður. 2014 var heitasta ári, sum nakrantíð er mált á jørðini, og samanborið við 1980ini, bráðna jøklarnir nú tríggjar ferðir so skjótt.
Mátingarnar hjá stovninum eru kunngjørdar í góðari tíð áðrenn veðurlagsráðstevnuna hjá ST, sum verður í París í november-desember.
Sambært Boga Hansen, havfrøðingi, fær bráðnandi ísurin beinleiðis ávirkan á veðurlagi, tá ið hann kemur í havið.
- Í fyrsta umfari fær tað ikki stórvegis beinleiðis ávirkan á Føroyar, men vit síggja, at havið fløðir um allan heim av bráðnandi ísinum. Tað er enn eitt tekin um, at heimurin hitnar. Hjá okkum eru tað mest tær óbeinleiðis veðurlagsbroytingarnar, sum vit merkja. Tað, at streymarnir í havinum ella vindarnar broytast kann ávirka okkum, men tað er torført at siga, sigur Bogi Hansen.
Eingin mungagóður politkkur
Havfrøðingurin vísur á, at tað serliga er koltvíiltan, sum skundar undir veðurlagsbroytingarnar, og neyðugt er at tálma útlátið. Í 2009 fekk táverandi Innlendismálaráðharrin, Annika Olsen, eisini handað álit um veðurlagspolitikk fyri Føroyar, har høvuðsendamálið var at finna eina gongda leið fyri hvussu útlátið í Føroyum kundi tálmast.
- Mær vitandi, er tann politiska skipanin als ikki við, tá ið tað kemur til umhvørvispolitikk, hóast nógvar frágreiðingar og álit hava verið løgd fram, sigur Bogi Hansen.
Sum mál í álitinum var sett, at í 2020 skuldi samlaða CO2 útlátið vera 20 prosent minni enn tað var í 2005. Síðst í juli mánaði í ár, staðfesti Umhvørvisstovan, at tað hevur gingist illa at røkka málinum seinastu fimm árini, hóast útlátið er minkað nakað.
Samlaða útátið fyri Føroyar er minkað við góðum fimm prosentum í mun 2005, men enn er langt á mál at røkka teimum 20 prosentunum. Einasti glottin er innan elorkuøki, har tað ikki tykist veruleikafjart, at 75 prosent stava úr grønari orku í 2020, tí í 2014 varð 51 prosent av allari elorkuni úr varandi orkukeldum.
Innan fiskiflotan og upphiting av húskjum eru ikki nøkur serlig minking, meðan útlátið á ferðsluøkinum enntá er størri nú, enn tað var í 2005.