Polo komin í Golfklubban

Ein heilt nýggjur VW Polo er komin á marknaðin. Ein bilur sum í útsjónd og koyrieginleikum líkist stórabeiggjanum VW Golf og fær sera góð ummæli frá motorjournalistum

Golf og minigolf ikki heilt sama spæl. Soleiðis er eisini við VW Polo og Golf, hóast teir líkjast so nógv, at tað er skjótt at taka feil av teimum í ferðsluni. Polo er nakað minni enn Golf. Hóast Polo í mun til forgangaran er vorðin nakað størri, er hesin 2,5 prosent lættari.


Eins og VW Golf hevur nýggi Polo so nógvar innbygdar dygdir, at tá hann verður royndarkoyrdur saman við øðrum bilum í sínum klassa, fær hann altíð mest stig samanlagt.


Síðan fyrsti VW Polo kom á marknaðin í 1975, eru 11 milliónir bilar framleiddir. Hesin nýggi er fimta generatión av VW Polo.


At Polo er ein heilt nýggjur bilur, merkist við at koyrieginleikarnir eru tryggir og stabilir. Hetta saman við elektrohydraulisku servostýringini ger, at bilurin kennist sum ein mundandi størri bilur at koyra. Eitt sum eisini sermerkir Polo er tað at hann er so sera væl ljóðdoyvdur. Lítið og einki hoyrist til motorin inni í bilinum.


Polo er væl útgjørdur sum standard, og hvat útgerð viðvíkur fæst hann í útgávunum Trendline, Comfortline og Highline. Polo fæst við fýra bensinmotorum frá 60 til 105 hk og trimum dieselmotorum frá 75 til 105 hk. Felags fyri allar hesar motorarnar er, at teir eru økonomiskir við lágum CO2-útláti.


Bíligasti Polo 1,2 Trendline kostar 171.000 krónur, og tann dýrasti 1,6 TDI Highline kostar 234.000 krónur. Bilurin sum vit royndarkoyrdu, ein 1,4 Comfortline við 85 hk, kostar 197.000 krónur


Innan líkist Polo eisini Golfinum. Alt er einfalt, væl gjørt og væl virkandi. Kvaliteturin merkist allan vegin ígjøgnum. Tað er ikki uttan orsøk, at bilurin fær so góð ummæli frá motorjournalistum kring um í heiminum.