Pólskt jagaraflogfar fylgdi russiskum eftirlitsflogfari

Pólski verjumálaráðharrin lýsir hendingina, sum lík henni, ið var fyrr í vikuni, tá eitt annað russiskt eftirlitsflogfar var í altjóða loftrúmi yvir Eystursjónum

Pólski verjumálaráðharrin, Wladyslaw Kosiniak-Kamysz

Fyri aðru ferð í tveir dagar hevur eitt pólskt jagaraflogfar fylgt einum russiskum eftirlitsflogfari yvir Eystursjónum.

 

Tað sigur verjumálaráðharrin í Póllandi, Wladyslaw Kosiniak-Kamysz.

 

Hann lýsir hendingina, sum lík henni, ið var fyrr í vikuni, har eitt russiskt eftirlitsflogfar var í altjóða loftrúmi yvir Eystursjónum.

 

- Í hvørgum føri hevði flogfarið nakra flogætlan - ella "ruteplan", sum norska kringvarpið NRK rópar tað.

 

Heldur ikki hevði flogfarið transpondaran frá, sum syrgir fyri, at onnur flogfør vita, hvar eftirlitsflogfarið er.

 

Tí varð pólska jagaraflogfarið sent avstað móti russiska flogfarinum fyri at byrgja uppfyri, at eftirlitsflogfarið kom inn í pólskt loftrúm.

 

- Júst á sama hátt, sum gjørt var í fyrru hendingini í vikuni, vita útlendskir miðlar at siga í morgun.

 

 

 

 

 

Pólski verjumálaráðharrin, Wladyslaw Kosiniak-Kamysz