Poolsamband Føroya umboðar Føroyar á altjóða pallum

Í Poolsambandi Føroya eru tey errin av, at ein føroyskur leikari er ávegis til eina heimsmeistarakapping í Avstralia, og at dómarar eru ávegis til Niðurlond at døma

Í Poolsambandi Føroya eru tey sera fegin og ómetaliga errin av at kunngera, at ítróttagreinin fer at seta eitt týðiligt merki á altjóða pallinum.

 

- Á komandi WPA Champion of Champions-kappingini í Brisbane, Avstralia, í døgunum, 17.-21. september, fer okkara hægst styrkismetti føroyski landsliðsleikari, Eirik Mikkelsen, at umboða Føroyar saman við sínum venjara, Shehan Andrew.

 

Soleðis sigur Poolsamband Føroya í tíðindaskrivi. Lagt verður aftrat, at Wanniya Bandara, WPA Champion of Champions-kappingin, verður í kinesisku greinini av 8-ball, sum kallast HEYBALL.

 

- Omaná hetta eru vit eisini errin av, at føroyskir dómarar eru valdir at døma á European Championships Seniors Ladies, sum verður hildin í Assen í Niðurlondum í døgunum, 29. september til 9. oktober í ár. 

 

Hetta er bert møguligt av tí, at Poolsamband Føroya skipaði fyri altjóða dómaraskeiði í januar, har heili átta fingu prógv sum altjóða dómarar fyri evropeiska poolsambandið.

 

- Hetta verður tískil aðru ferð, at føroyskir dómarar fáa heiðurin at døma á einum stórum evropeiskum tiltaki, eftir at Shehan Andrew Wanniya Bandara dømdi evropa meistaraheitini fyrr í ár í Estlandi.

 

Í Poolsambandi Føroya eru tey errin av, at ein føroyskur leikari er ávegis til eina heimsmeistarakapping í Avstralia, og at tveir dómarar eru ávegis til Niðurlond at døma.

 

- Vit eru errin av at umboða Føroyar á altjóða pallinum, og vit gleða okkum at vísa okkara ítróttarførleikar og anda. Ein serlig tøkk fer til Ítróttasamband Føroya fyri teirra støðuga stuðul til føroyskan ítrótt.

 

Í Poolsambandi Føroya ynskja tey eisini at takka sínum stuðlum, Reklamuprent og ETV í Gøtu.