Summar Festivalur
Tað er ringt at ummæla eina konsert, har fýra fólk dansa afturvið eini fløgu. Tað var neyvan nakar, ið væntaði, at týsku poppstjørnurnar høvdu bólk við, men á einum festivali er minsta krav, at talan er um sing back, altso livandi sang til upptiknan tónleik. Playback, har í tónleikur og sangur er upptikin, kann til neyð góðtakast á einum diskoteki, men at leggja eina tílíka framførslu millum tvey av bestu føroysku konsertnøvnum Guðrið Hansdóttir og Høgna Lisberg á Flagspallinum á Føroya størsta festivali, tað er ikki nóg gott. Ímillum løgini prátaðu tey í mikrofonir, ið á ongan hátt ljóðaðu sum upptikni sangurin. Onkuntíð var ljóðmaðurin eisini eitt sindur ov kvikur at skrúva niður millum løgini, og hetta sá sera kiksað út.
Tey fýra í Banaroo eru vøkur ung fólk, men í mun til flottu myndirnar, ið hava prýtt plakatir og greinar seinastu tíðina, vóru tey ikki serliga smart stylaði á Flagspallinum, ístaðin virkaðu tey rættiliga tilvildarligt ílatin. Tilvildarlig tyktist eisini koreografiin. Heldur ikki sjálv dansiframførslan var serliga sannførandi, tey høvdu torført við at dansa saman og virkaðu rættiliga ótjekkaði.
Tónleikurin var lættur poppur, og tað var lætt at fáa hug til at dansa við. Tó tyktist tað nokkso skjótt trivielt, og stórir partar av teltinum, ið var á tremur við fólki, misti áhugan. Fremst við pallinum var tó rættiliga nógv trýst á alla tíðina, og fólk dansaði og sang við. Her var tó eitt sera óheppið bland av sera ungum Banaroo fjepparum og fullum fólki. Tað tykist rættiliga burturvið, at hesin barnavinarligi bólkur var settur at spæla kl. 22.30, tá promillan hjá nógvum festivalgestum er vorðin so høg.
Genta svímaði
Konsertin hjá Banaroo endaði eitt sindur ov tíðliga, fyri eina unga gentu, ið svímaði frammanfyri pallin. Hon varð flutt á sjúkrahús, men stutt eftir kundu fyrireikararnir boða frá, at hon hevði tað gott.
Mong vórðu kløkk av bláu ambulansublinkunum uttan fyri Flagsteltið móti endanum av framførsluni hjá týsku popparunum ,Banaroo, ein ung genta varð í skundi flutt út úr teltinum av trygdarvørðunum, og við ambulansu til Klaksvíkar Sjúkrahús. Um tað var trýsti av dansandi fólki, ið var ov stórt ella okkurt annað, vita vit ikki, men hon var smollin um. Vit fingu stutt eftir orð á Erik Biskoptø, fyrireikara. Hann kundi siga frá, at tey longu høvdu havt samband við Klaksvíkar Sjúkrahús, og boðini vóru, at gentan hevði tað gott.