Á nýggjárini hækkar Posta prísir fyri at senda brøv. Eitt bræv upp til 100 gram, sum higartil hevur kostað 25 krónur at senda, fer nú at kosta 27 krónur. Og eitt bræv upp til 250 gram hækkar úr 35 krónum upp í 37 krónur.
Tað verður eisini dýrari at senda brøv til útheimin. Eitt bræv upp til 100 gram hækkar úr 35 krónum upp í 37 krónur, meðan eitt bræ upp til 250 gram hækkar úr 70 krónum upp í 74 krónur.
Posta boðar eisini frá, at tollavgreiðslugjøld galdandi frá 1. januar 2026
• Fakturavirði íroknað flutning undir 3.000 kr.: 120 kr v/mvg
• Fakturavirði íroknað flutning yvir 3.000 kr.: 200 kr. v/mvg
• Gjald fyri vantandi fylgiskjøl 100 kr v/mvg
• Eyka tollingarlinjur 15 kr. v/mvg
• Skundavgreiðsla 300 kr. v/mvg
Postsmogur
• Privat: 400 kr. +mvg um árið
• Vinna: 800 kr. +mvg um árið











