Potað túsundatals føroyingar

– Í langa tíð potaðu vit eini 300 fólk í miðal um dagin. Men onkrar dagar var talið omanfyri 800. Arbeiðstrýstið var øgiligt tá, siga »poti-prinsessurnar« á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

“Góðan morgun. Hvat er navnið? Gapa! Tú fært svar innan 24 tímar. Bei!”

Setningar tær tríggjar, Anja Gunnarsstein, Erla Róadóttir Vang og Joan Vilhelm, hava sagt túsundatals ferðir við stúrnar, gapandi føroyingar seinasta árið.

Tær hava nevniliga, um nakar, staðið fremstar í koronu-bardaganum og potað óteljandi fólk, síðani Føroyar fyri einum ári síðani settu ferðina niður.

 

Nógv broytt
Tær gingu í sama flokki á Setrinum, og høvdu sett skøtil á seinasta semestrið, tá skúlagongdin steðgaði, og tær vóru eggjaðar til at hjálpa til á sjúkrahúsunum.

– Eg var ein dag á Landssjúkrahúsinum, men kom síðan á Klaksvíkar Sjúkrahús at hjálpa við potingini saman við leiðsluni, sigur Erla Róadóttir Vang.

Seinni um summarið komu Joan Vilhelm og Anja Gunnarsstein eisini á Klaksvíkar sjúkrahús, og tær tóku sær somuleiðis av potingini saman við Erlu.

Fyrstu mánaðirnir var nógv at gera, og tær potaðu nógv fólk hvønn dag.

– Í langa tíð potaðu vit eini 300 fólk í miðal um dagin. Men onkrar dagar var talið omanfyri 800. Arbeiðstrýstið var øgiligt tá, siga tær.

Ta fyrstu tíðina var tað eisini meir fyrisitingarligt arbeiði hjá teimum, sum potaðu, og tí tók alt longri tíð. Eisini vóru nógv fleiri fólk uppi í.

– Tað ávirkaði alt sjúkrahúsið - alt frá leiðslu til portørar, sjúkrarøkarfrøðingar, gongsgentur - ja øll máttu gera sítt, siga tær frá.

– Tá tosaðu vit nógv við tey, sum skuldu potast, tí vit spurdu um orsøk og fingu forkláringar. Nú ein skipan er gjørd, eru fleiri lið burtur. Tey, sum skulu potast bíleggja tíð gjøgnum sms-skipan, og vit skanna upplýsingarnar.

Ikki tabu longur
Sum oftast eru tað tær tríggjar, sum pota norðoyingar og eysturoyingar, ið vilja hava svar upp á sítt koronustatus. Nú eitt ár eftir at farsóttin veruliga tók dik á seg, er trýstið minkað munandi. Vanliga eru tær tvær, sum pota í senn, og tá okkurt rørir seg, og fleiri testir verða gjørdir, eru tær fýra.

– Nú fyri tíðina liggur talið um 65 til 80 potingar um dagin, siga tær um testirnir, sum tær fáa á royndarstovuna og sum so verða sendir til Havnar á Heilufrøðiligu Starvsstovuna, sum viðger teir.

Meðan tær hugleiða um farna árið, koma tær eisini inn á, hvussu nógv hugburðurin millum fólk er broyttur. Fyrstu tíðina valdaði ein óvissa millum fólk, og tað gjørdi eisini, at fleiri duldu seg, tá tey skuldu potast.

– Í fyrstuni var alt eitt sindur hemmiligt, men so varð tað alsamt meir alment, og nú latast fólk ikki um vón, tá tey verða potað. Summi koma so ofta vegna serligar umstøður, at vit kenna tey ordiliga væl nú, siga tær.

Poti-prinsessurnar
Í fleiri mánaðir hava tær hava staðið úti og potað – summar dagar í regni, vindi og myrkri í fleiri tímar.

– Summar dagar hava vit verið so útlúgvaðar, at vit ikki hava megnað at tikið ímóti fleiri upplýsingum. Men tá hava hinar í toyminum altíð lagt tað til merkis, og so hava vit býtt um uppgávur eina løtu.

Onkuntíð er komið fyri, at okkurt glas er brotnað, og tær hava mugað fingið viðkomandi inn aftur at potast umaftur. Og onkuntíð er eitt skeivt telefonnummar komið á pappírið. Men feilirnir hava tíbetur verið smáir, og tær hava fangað tær í tøkum tíma.

– Skipanirnar hava riggað ordiliga væl, og vit hava verið rutineraðar, staðfesta tær.

– Tað góða er, at vit eru komnar at kennast so væl, og vit eru blivnar ein lítil familja, siga »poti-prinsessurnar«, sum tær eisini í spølni verða eyknevndar á sjúkrahúsinum.

– Vit hava eisini merkt, at leiðslan hevur tikið okkum í størsta álvara, og hvørja ferð vit hava havt okkurt upp á hjarta viðvíkjandi hølum, útgerð ella líknandi, hava tey gingið ynskjum okkara á møti. Onkursvegna føla øll á sjúkrahúsinum, at tey eiga ein part av hesum arbeiðinum, tí tey flestu hava luttikið í tí, siga tær.

Tær greiða eisini frá, at tær ongantíð hava verið bangnar fyri sjálvar at verða smittaðar við koronu, tá tær dagligt hava havt so tætt samband við smittað fólk.

– Vit vita, at verjubúnin er tryggur, og vit hava tikið øll fyrilit, siga tær.