Í dag var árliga handanin av Michelinstjørnum í Norðurlondum. Tiltakið var í Tivoli, har fleiri matstovur í Norðurlondum fingu sína fyrstu stjørnu, nakrar fáa fingu tvær stjørnur, og onkur enntá tríggjar.
Spenningur hevur verið um føroysku mastovurnar. Um Paz fór at varðveita sínar, um Ræst hesaferð fór at røkka inn um gáttina hjá kendu Michelin-guidini, sum nógv hava spátt um, tí ummælini hava verið framúr góð. Men heldur ikki hesaferð vóru stjørnur til Ræst, men Paz varðveitti sínar.
Fyrsta matstovan í Føroyum at fáa ein Michelinstjørnu, var Koks, sum fekk fyrstu stjørnuna í 2017. Árið eftir varðveitti matstovan stjørnuna. Í 2019 fekk Koks tvær stjørnur, sum matstovan varðveitt bæði í 2020, 2021, 2022 2023 og 2024 – eisini árini 2022-2024, tá matstovan var flutt til Grønlands.
Koks lat aftur eftir tíðina í Grønlandi í 2024 og tá ein matstova letur aftur, so missir hon stjørnurnar.
Poul Andrias hevur verið við øll árini hjá Koks, og tá hann fór undir sína egnu matstovu Paz í fjør eydnaðist honum at fáa tvær stjørnur, sum hann eisini varðveitt á tiltakinum í kvøld.
##med2##












