Poul Hansen gevst í Suðuroy

Á nýggjárinum letur heilsølan hjá Poul Hansen aftur á Tvøroyri. tey 10 fólkini, sum arbeiða har, eru søgd upp

 

Avtofting


Mikudagin fingu tey 10 fólkini, sum arbeiða hjá Poul Hansen á Tvøroyri, eini ring boð frá leiðsluni í Havn: Boðini vóru, at á nýggjárinum gevst Poul Hansen við heilsølu í Suðuoy. Tey 10 fólkini, sum arbeiða hjá Poul Hansen í Suðuroy, eru samstundis søgd upp.

Tey hava fingið at vita, at tað er tann harða kappingin, sum ger, at Poul Hansen nú ge4vst á Tvøroyri. Fleiri handlar eru lætnir aftur í Suðuroy seinastu árini og samstundis eru tað fleiri og fleiri handlar, sum keypa varu sjálvir.

Ístaðin fyri at hava heilsølu í Suðuroy, fer Poul Hansen ístaðin at koyra til Suðuroyar tvær ferðir um vikuna við heilsølubili.

Men tað er onki at ivast í, at hetta verður eitt stórt afturstig fyri handilslívið í Suðuroy, ikki minst teir smærru handlarnar, tí tey, sum arbeiða hjá Poul Hansen siga at, at har ganga fólk allan dagin eftir varu, sum tey mangla beint nú og at tey hava meiri enn nokk at gera.

-Hóast, vit hava nok kat gera, er tað kortini ikki nokk, sigur arbeiðsformaðurin, Arni Petersen, speiskliga

Sjálvur hevur hann arbeitt hjá Poul Hansen í 35 ár og flestu av starvsfólkunum hava arbeitt leingi, so hann dylir ikki fyri, at tað fverðåur undarligt at fara at gera okkurt annað.