Poul Laust Christiansen virkandi borgarstjóri í Hvalba

Meðan borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, Janus Thomsen, er í feriu, røkir varaborgarstjórin starvið

Poul Laust Christiansen verður virkandi borgarstjóri í Hvalbiar kommunu komandi vikurnar.

 

Tað upplýsir Hvalbiar kommuna á heimasíðu síni.

 

Orsøkin er, at borgarstjórin er í feriu næstu fimm vikurnar, og tí tekur Poul Laust Christiansen við sum virkandi borgarstjóri, til borgarstjórin er aftur í starvi.