Poula og Birita eru kappingarneytar og vinir

Birita Debes úr FLOT og Poula Ø. Mohr hava longu fleiri ára royndir at kappast á hægsta stigi, og at kappast ímóti hvørja aðra um sama pláss á ovastu rók, hóast tær eru bara 13 ár. Onkuntíð hevur Birita vunnið á Poulu, og aðrar tíðir vinnur Poula á Biritu. Nú skulu tær báðar á fyrsta sinni umboða Føroyar á Oyggjaleikum, sum yngstu luttakarar hjá føroyska svimjilandsliðnum

Svimjing

 

Tær hava báðar hava umleið somu sergreinar, rygg og frísvimjing, og hava tí kappst, líka síðani tær vóru heilt smáar. Í vetur dróg Birita eitt sindur frá Poulu og restini av gentunum í árgangi 1995, við longu á stevnu í Klaksvík í februar at svimja undir kravtíð til Norðurlendsku JuniorMeistarstevnuna og Oyggjaleikir, og á Oyggjaleikaúttøkustevnuni at kvalifisera seg í ryggsvimjing til heimsmeistarastevnuna í Rom. Út á várið kom Poula sterkt aftur, við á Oyggjaleikaúttøkustevnuni at kvalifisera seg til Oyggjaleikir og Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuna, og síðani á Føroyameistarastevnuni at taka juniormetið frá Biritu í 50 metra frísvimjing. Tær hava tikist øgiliga á báðum meistarastevnunum í vár, og vunnið bæði eitt og annað í hvør sín part, men eru tó enn øgiliga væl, tvørtur um heiðursmerki og kravtíðir, svimjifeløg og met.

Í summar skulu tær altso luttaka fyri Føroyar á Oyggjaleikum, og fáa heilt víst báðar avgerandi leiklutir í bæði einstaklingakappingum og liðsvimjingum. Birita hevur kvalifiserað seg til Oyggjaleikir í 50 rygg, og svimur hartil sum einstaklingur 100 og 200 rygg.

Poula hevur kvalifiserað seg í somu 50 rygg, og hartil svimur 100 blandað. Men sum nummar 3 og 5 av øllum í 50 frí á Føroysku Meistarstevnuni herfyri, kann tað so væl hugsast, at har verður boð eftir teimum eisini í 4x50 frí stafettini, umframt at tann skjótara av teimum skal svimja rygg í 4x50 blandað.

So ungu vinkonurnar fáa nokk at síggja til, á Oyggjaleikum.