Prógv handað á Búnaðardeplinum

Mikudagin 30. apríl fingu 15 næmingar prógv á Búnaðardeplinum í Kollafirði

Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli hava saman við Búnaðardeplinum í Kollafirði skipað fyri yrkisskeiði innan lanbúnað. Skeiðið var serliga ætlað teimum, sum hava fest ella hava útlit til at fáa eitt festi, men mangla útbúgving. Undirvíst varð á Búnaðardeplinum í Kollafirði. Evnini sum undirvíst varð í vóru: Lívfrøði og náttúra, húsdjór, plantur, tøkni, búskapur og verkætlan.
Á hátíðarhaldinum á Búnaðardeplinum legði stjórin á Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla, Napoleon Nólsoy, fyri við at greiða frá skeiðinum og takkaði næmingum og lærarum fyri gott samstarv. Eisini søgdu m.a. stjórin á Jarðarráðnum, Jóannes Dalsgarð, Regin Borðoy frá Bóndafelagnum og Peder Haahr stjóri á Búnaðardeplinum, nøkur orð. Síðan fingu teir bestu næmingarnir gávur. Jákup Kristian Bærentsen fekk eina gávu handaða frá P/F Triv og Elsuba Wang fekk eina gávu frá MBM.
Tey sum fingu prógvini vóru: Andras í Frammistovu, Hvannasund, Atli Zachariasen, Argir, Beinta Petersen, Toftir, Bodil Poulsen, Søldarfjørður, Eivind Jacobsen, Hattarvík, Elsuba Wang, Kaldbak, Esmar Mikkelsen, Syðrugøta, Hanus í Niðristovu, Vestmanna, Helgi Bærentsen, Kaldbaksbotnur, Jákup Petersen, Kaldbaksbotnur, Jóannis Debess, Oyrarreingir, Jóhannes Nielsen, Saksun, Jón Heðin Trondheim, Argir, Magnus Pauli Poulsen, Toftir, og Jákup Kristian Bærentsen, Sund. Lærarir vóru: Rólvur Djurhuus, Poul Muller, Gunnar Bjarnason, Jákup Bærentsen. Torben Olsen, Karen Olsen, Peder Haahr. Skúlastjóri var Napoleon Nólsoy. Beinta Petersen og Esmar Mikkelsen vanta í myndini.