Prát við Benjamin Rajani aftaná G!-konsertina

Benjamin Rajani hevur júst spælt við bólki sínum á Spæliplássinum, og hann letur væl at.

Benjamin Rajani lurtar her eftir Daniu O. Tausen (Mynd: Hanna Eivinsdóttir)

Ársins G!-Festivalur er av álvara skotin í gongd, og stemningurin í Gøtu er stak góður. Ein av teimum, sum hevur spælt í dag, er Benjamin Rajani.

 

Hann luttók saman við bólki sínum til tónleikakappingina Sement 2023, og tá bleiv hann valdur til at spæla á G!-Festivalinum. 

 

Hvussu var at spæla?

 

 – Tað føldist gott. Hetta vóru sangir, sum eg havi havt fyri meg sjálvan leingi. Tað var deiligt endiliga at kunna deila teir, sigur Benjamin Rajani.

 

Í september fer hann í studio í Keypmannahavn. 

 

– Ein fløga kemur út einaferð í 2024. Tað verður spennandi. Vónandi fái eg høvi at fara á fleiri festivalar tá, sigur Benjamin Rajani, sum plagar at vera á G!, tá hann kann. 

 

Hvat gleðir tú teg annars til at hoyra?

 

– Eg gleði meg at hoyra Marius Ziska, Lucky Lo og Eivør.

 

Benjamin Rajani lurtar her eftir Daniu O. Tausen (Mynd: Hanna Eivinsdóttir)