Premier League nærkast - hetta er næsta stig

Premier League: Feløgini hava tikið undir við at næsta stigi, ið er at venja í størri bólkum

Í farnu viku byrjaðu Premier League feløgini at venja aftur, men spælararnir skuldi venja hvør sær. Í gjár tóku feløgini undir við at fara til næsta stig, ið er at liðini kunnu venja sum vanligt. Tað vil siga í størri bólkum, har kropskontakt er loyvd.

Tó verður sagt, at talan skal ikki verða um innanhýsis dystir, har tað eru 22 spælarar á vøllinum. Spælarar skulu heldur ikki brúka somu útgerð, drekka úr sama dunki ella brúka somu vestar.

Spælararnir og fólkini kring hópin verða kannaði fyri koronasmittuna tvær ferðir um vikuna. Í fyrsta umfari vóru seks fólk positiv. Millum annað ein spælari, Adrian Mariappa, og tvey fólk í felagnum Watford. Í øðrum umfari vóru trý fólk positiv fyri koronasmittuni. Fyribils er talan um feløg í niðaru hálvu av Premier League. Millum annað málverjin hjá Bournemouth, Aaron Ramsdale.

Tað er nú líkt til, at Premier League byrjar aftur 26. juni.