Privatkonsert við John Lawton

Uriah Heep sangarin John Lawton endaði Jóansøkufestivalin væl bakkaður upp av Deiggj. Men frammanfyri dekan ov fáum áskoðarum. Keðiligt, at tað ikki vóru fleiri fólk, ið fingu høvið til at hoyra hendan framúrskarandi sangaran.

 

Hann hevur selt milliónir av fløgum, og nú stóð hann á keiini á Tvøroyri og sang fyri eini lítlari mannamúgvu. Men held í okkum onnur, føldist næstan sum at fáa eina privatkonsert.

Tað er ótrúligt, at ein maður í hasum aldrinum klárar at syngja við tí styrki, sum Lawton ger. Flestu stóru stjórnur, plaga so smátt at byrja at ?rusta? við árunum, men um ein ikki hevði sæð eldra mannin á pallinum, hevði ein ikki vita, at hann var ein dag eldri enn á fløgunum hjá Uriah Heep. Føroyski bólkurin Deiggj spældi undir hjá heimstjørnuni, og stuttligt var at síggja, hvussu væl teir megnaðu at liva upp til støðið hjá John Lawton.

Ikki fyrr enn John kom á pallin, kom stemningurin veruliga upp. Fólk róptu, klappaðu, sungu og dansaðu. Serliga var tað eldra ættarliðið, ið kendu sangirnar. Men tey ungu stuðlaðu uppundir sangin hjá teimum eldru, við at hoppa og klappa. Lítla økið niðri á keiini var fult av fólki, og eisini á vegnum uttanfyri festivaløkið stóðu fólk og lurtaðu.

Keðiligt at festivalurin skuldi enda nú, júst sum tónleikurin endiliga hevði fingið veruligt lív í fólk.

 

Tjóðhild Patursson