Sum nakað heilt nýtt, letur ein privatpraktiserandi talupedagogur upp viðtalu. Talan er um eitt tilboð til børn og vaksin, sum hava mál- og ella talutrupulleikar. Lisbeth Gotved Petersen, audiologopædur, cand.phil, hevur tikið stig til einstaklingavirkið, ið nevnist “Taluviðgerð og ráðgeving”, sum letur upp 1. apríl í ár.
Lisbeth hevur seinastu árini verið leysliga knýtt at Sernámsdeplinum og kommununi sum konsulentur. Men av tí, at onki fast starv er innan hennara yrki, hevur hon nú gjørt av at fara undir privat virksemi.
- Eg veit, at har er ein tørvur, sum ikki verður nøktaður undir verandi karmum, sigur Lisbeth, sum varð útlærd í 1997.
Gjøgnum tey avvarðandi
Lisbeth greiðir frá, at hennara tilboð vendir sær til tveir málbólkar: vaksin við heilaskaða og til børn.
Í báðum førum eru tey avvarðandi leiðin til úrslit, tí, sum hon tekur til, so eru tað tey, sum skulu skilja trupulleikan og venja við barninum ella sjúklinginum.
Tilboðið til børn er sett saman sum eitt heildartilboð til barnið og foreldrini ella teimum, sum varða av barninum. Umframt talupedagogiska viðgerð til barnið, veitir Lisbeth eisini kunning og vegleiðing til tey vaksnu og leggur teimum lag á.
Ein partur av viðgerðini fer fram heima hjá barninum. Hetta fyri at barnið skal kenna seg trygt, men eisini fyri at røkka foreldrunum.
- Talupedagogisk viðgerð til børn kann bæði fevna um motoriskar og málsligar venjingar. Til dømis við at seta orðini rætt saman, fyri at skapa eina heild, sigur Lisbeth Gotved Petersen.
Tala og læring
Hon greiðir frá, at børn sum ikki duga at tosa, tá tey koma í skúla, eru í stórum vanda fyri ikki at læra tað, sum tey skulu. Tað hevur sostatt bæði fakligar og sosialar avleiðingar fyri barnið, um tað ikki dugur at tosa.
- Harumframt gongur tað út yvir trivnaðin hjá barninum, um tað ikki fær sagt tað, sum tað hevur uppá hjarta. Hetta kann elva til frustratiónir og at barnið verður harðligt, sigur Lisbeth. Hon heldur, at tað eru ov nógv børn, sum ikki fáa tað tilboð, sum tey av røttum áttu, tí økið verður ikki raðfest av myndugleikunum.
- Og hetta er ómetaliga synd. Ikki minst í hesum Pisa-tíðum, har fokus verður sett á fakligu førleikarnar hjá børnum. Duga tey ikki at málbera seg, so duga tey heldur ikki at læra, sigur Lisbeth Gotved Petersen. Hon vísir á, at ætlanir eru um at bøta um tilboðið frá tí almenna, men at óvist er, nær tað verður veruleiki.
Fólk við heilaskaða
Tilboðið frá Lisbeth vendir sær eisini til vaksin, sum hava fingið mál- og talutrupulleikar av heilaskaða. Hetta verður eisini nevnt afasi ella dysartri.
- Hesin bólkurin hevur leingi verið við skerdan lut hvat viðvíkur talupedagogiska hjálp, sigur Lisbeth. Hon ætlar at tilboðið umfatar bæði taluviðgerð og ráðgeving, og eisini her fer tað fram heima hjá fólki.
Óbindandi kanning
Bæði tá umræður børn og vaksin, ber til at fáa eina óbindandi málsliga kanning og eina neyva samrøðu við ráðgeving. Lisbeth vísir á, at tilboðið fyrst og fremst vendir sær til fólk, sum búgva í høvuðstaðarøkinum ella í meginøkinum.
- Tó skulu fólk aðrastaðni ikki halda seg aftur, tí tað ber til at koma út á bygd. Um ikki at geva viðgerðir, so at kanna og ráðgeva, sigur Lisbeth.
Kostnaðurin
Spurd, hvør kostnaðurin er fyri tílíka hjálp, sigur Lisbeth, at hann kemur at liggja nakað omanfyri kostnaðin til fysio- ella ergoterapi.
- Í løtuni ber til at fáa ískoyti til hesi bæði tilboð, men taluviðgerð er ikki fevnd av forsorgarlógini, sigur Lisbeth, sum ger vart við, at hon arbeiðir við málinum, so tað eisini fer at bera til at fáa ískoyti til taluviðgerð.
- Hetta er avgjørt eitt heilsumál, sum hevur við heilsutrivnað at gera. So her skal kanska ein lógarbroyting til, sigur hon.
Longu nú ber til at bíleggja tíð við at ringja 521702 aftaná klokkan 16, ella á taluvidgerd@kallnet.fo