Profilur hevur givið avboð

U21: Samuel Johansen Chukwudi hevur givið avboð og avloysarin er av Toftum

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)

Fríggjadagin 16. juni klokkan 18:00 setir føroyska U21-landsliðið sjøtul á enn eina EM-undankapping, tá Andorra vitjar við Djúpumýru í Klaksvík.

 

Á tíðindafundi í FSF-húsinum fyri eini viku síðan vórðu nøvn sett á teir 20 spælararnir, ið venjarin, Eyðun Klakstein hevur úttikið hesaferð. Nú er eitt avboð komið. Tað er miðverjin úr HB, Samuel Johansen Chukwudi. Hann er at rokna sum ein profilur á U21-landsliðnum.

 

Í hansara stað er komin Áki Johannesen úr B68. Hann hevur royndir frá U21-landsliðnum, men hevur drigist við skaða í ár, men er nú tøkur aftur.

 

Hópurin:

 

Ari Petersen, 07 Vestur

 

Jóannes Davidsen, EB/Streymur

 

Áki Johannesen, B68

 

Børge Petersen, KÍ

 

Signar á Brúnni, Víkingur

 

Mikkjal Hellisá, EB/Streymur

 

Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)

 

Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)

 

Jákup Vilhelmsen, KÍ

 

Noah Hans Mneney, Bryne BK (Noreg)

 

Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)

 

Heini Fossdalsá Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)

 

Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur

 

Jónas Warner, B68

 

Jens Erik Bruhn, TB

 

Áki Samuelsen, HB

 

Olaf Bárðarson, Víkingur

 

Jørgen Nielsen, B68

 

Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur

 

Poul Kallsberg, Víkingur

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)