Próstur skal hava hjálparprest

Fólkakirkjan søkir eftir hjálparpresti til próstin, sum samstundis verður virkandi sóknarprestur í Nes prestagjaldi.

Starvið er eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv frá 1. august 2026 til 31. mai 2027.

Hjálparpresturin skal røkja prestatænastuna í Nes og Gøtu kirkjusóknum og harumframt halda gudstænastur í teimum kirkjusóknum kring landið, sum hava færri enn 400 íbúgvar.

Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka treytirnar fyri at gerast prestur í føroysku fólkakirkjuni. 

Biskupspróvtøka er ein fortreyt fyri, at umsóknin verður viðgjørd.

Umsóknarfreistin er 16. juni klokkan 12. 

Kirkjuráðini innstilla prestin, meðan biskupur er setanarmyndugleiki.