Puristarnir hava infiltrerað fjølmiðlarnar

At føroyginurin er bangin fyri at nýta móðurmálið av ótta fyri ikki at duga nóg væl føroyskt, kann hava darvað almenna orðaskiftinum, heldur Eivind Weyhe, málfrøðingur. Í morgin verður bókin ”Føroya mál á manna munni” hjá André Niclasen løgd fram í Miðlahúsinum

- Hvat er føroyskt? er ein spurningur, ið ofta stingur seg upp, tá ið kjakast verður um mál her á landi. Eitt afturvendandi trauma hjá nógvum føroyum er, at teir ganga runt og halda, at teir duga ikki føroyskt. Teir hava varhugan av, at onkur instansur situr og hevur definitiónsrættin uppá, hvat føroyskt er. Men sum ein gamal sumbingur segði við meg fyri nógvum árum síðan:

- Móðurmálið? Tað er málið hjá mommuni!

Tann vanligi føroyingurin hevur verið alt ov bangin fyri at brúka sítt natúrliga móðurmál av ótta fyri at hann ikki dugdi føroyskt.

Tann tankin er ikki fjarður, at hetta kann hava havt fylgjur fyri tað almenna kjakið í Føroyum og fyri hvat ið er komið fram í tí almenna rúminum. Var tað so, at móðurmálið, ið skuldi verið vongurin, ið bar flogið, gjørdist spennitroyggjan, ið køvdi tankan?

 

Uppskot til Málstevnunevndina

Soleiðis hugleiðir Eivind Weyhe, málfrøðingur, á baksíðuni í bókini ”Føroya mál á manna munni”, sum er útkomin og verður løgd fram í Miðlahúsinum í morgin.

Tað André Niclasen, sum hevur skrivað bókina, sum inniheldur málteigar, sum André Niclasen hevur skrivað í Sosialinum árini 1992-98.

André Niclasen er burturstaddur sjálvan útgávudagin, tá Læribókaforlagið, sum gevur bókina út, skipar fyri framløguni í Miðlahúsinum.

Ein av monnunum aftan fyri forlagið er Regin Eikhólm í Havn.

- Tá málstevnunevndin varð sett, tosaðu vit um at gera eitt uppskot til málstevnunevndina um málsligar broytingar, og her vóru greinarnar hjá André Niclasen upplagdar sum grundarlag, sigur Regin Eikhólm, og tí fóru teir undir at savna greinarnar saman til bókina.

 

Infiltrerað fjølmiðlarnar

Málfelagið er eitt áhugafelag við fólkum, sum hava áhuga fyri móðurmálinum, og bæði Regin Eikhólm og André Niclasen teljast millum hesi fólk. Tað er Læribókaforlagið, sum gevur bókina út, men kortini André Niclasen, sum er høvuðsmaður.

Bókin er tillagað við tekningum hjá Óla Petersen, og Óli Breckmann hevur skrivað fororð. Tað er kanska fyri at lýsa, at málpolitikkurin ikki skal hava partapoltiska slagsíðu, at tann sera høgrasinnaði Óli Breckmann skrivar fororð í verki hjá tí sera vinstrasinnaða André Niclasen.

- Tað er júst tað, at málpolitikkurin hjá okkum er politiseraður, og at fólk, sum ikki halda júst tað sama sum puristarnir, verða skírd sambandsfólk og tað sum verri er, sigur Regin Eikhólm.

Hann heldur tað vera sera harmiligt, at málreinskanin hevur verið so stór, og at tey fólkini, sum standa fyri málreinskanini – purismuni, hava fingið so stórt vald.

- Vit gjørdu ein roynd at kæra til Løgtingsins Umboðsmann. Men tað bar ikki til, var svarið við fingu frá Umboðsmanninum. Eingin hevur ábyrgdina av málinum – eingin er autoriseraður – tí er eingin, sum kann skuldsetast fyri nakað, málinum viðvíkjandi, sigur Regin Eikhólm.

Einasti instansur, sum er viðvíkjandi málinum, er Málnevndin, men hon er bara vegleiðandi.

- Hóast hetta, so hava puristarnir infiltrerað fjølmiðlarnar og fingið so stórt vald, at fólk halda alt verða rætt, sum teir siga, sigur Regin Eikhólm.

 

Varðveita fakterminologiina

Regin Eikhólm vísir serliga á útihýsanina av fremmandaorðum. Hann heldur tað vera púra skeivt, at vit ikki skulu sleppa at brúka fakterminologi – at vit skulu umseta latínsk fakorð til føroyskt, mótsætt gongdini alla aðrastaðni.

- Gongdin í Onglandi er t. d. at tey hava droppað latín og hava anglofiserað tey latínsku orðini, sum tey kortini brúka. Tað sama er galdandi í Danmark, har tey taka latínsk orð við. Her hjá okkum vilja teir altíð fara aftur til tað søguliga, men tað er ikki altíð neyðugt. Puristiska linjan er destruktiv fyri málið, heldur Regin Eikhólm.

 

Máldiktatur

Tað var V. U. Hammershaimb sum í øllum førum legði navn til tilætlaðu uppbyggingina av føroyska málinum á sinni. Men fyri tað eiga vit at vurdera hetta umaftur, heldur Regin Eikhólm.

- Málið er síðani Hammershaimbs tíð ment so nógv og blivið so sterkt, at vit nýtast ikki at halda fast við hansara stevnu. Tí eiga vit at revurdera tað, sum hann segði.

Taka vit t. d. orðini ”gott” og ”væl” – har bland er komið í lýsingarorðið og hjáorðið, har flestu føroyingar brúka ”gott” sum hjáorð. Hví kunnu vit ikki broyta tað samsvarandi, spyr Regin Eikhólm, sum harmast um, at málkjakið er blivið til máldiktatur.

- André Niclasen plagar at siga um málið sum samskiftismiðil, at tú kanst ikki hugsa longri, enn tú hevur mál til, og at málið er líka lítið politiskt, sum ein klípitong ella ein violin.

Málkjakið er sera umráðandi, og tað er av stórum týdningi, at tað ikki verður politiserað, sigur Regin Eikhólm, sum leggur dent á, at vit heldur ikki skulu fara í hina grøvina. Hann heldur bókini hjá André Niclasen vera eina sera góða referansu hjá teimum, sum meina nakað annað enn puristarnir, tí har ber til at lesa sær til góðar grundgevingar fyri tí mótsætta.

Bókin verður løgd fram í Miðlahúsinum í morgin, fríggjadagin kl 15, og øll er vælkomin, og tað er ókeypis atgongd.

Regin Eikhólm heilsar frá André Niclasen, sum takkar leiðsluni á Sosialinum fyri dirvi at hava hýst hesum málteigunum, og ikki minst Jan Müller, blaðstjóra, sum hevur fingið nógv oman yvir seg fyri hetta.

- Uttan Sosialin, so var hendan bókin ikki til, sigur Regin Eikhólm.