Putin vitjar í Norðurkorea og Vietnam

Næstu fýra dagarnar fer russiski forsetin at vitja í ávikavist Norðurkorea og Vietnam.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, vitjar í Norðurkorea týsdagin og mikudagin í hesi vikuni.

 

Hetta veit almenna tíðindastovan Tass at siga í dag.

 

Sambært vietnamnesiskum tíðindastovum vitjar forsetin eisini í Vietnam, og her verður vitjað mikudagin og hósdagin.

 

Í síðstu viku vistu fleiri miðlar at siga, at russiski forsetin skuldu vitja í ávikavist Norðurkorea og Vietnam.

 

- Men, tað er ikki váttað fyrr enn nú, nær forsetin vitjar í londunum báðum, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.