TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr tað, sum Aksel Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum segði á minningarhaldi á Vaglinum í Havn dagin eftir yvirgangsálopið hjá Anders Behring Breivik á Utøya.
Í røðuni 23. juli staðfesti Aksel Johannesen, sum í dag er løgmaður, at talan er um størsta yvirgangsálop í norðurlondum nakrantíð. Aksel Johannesen segði, at talan var um eitt álop á øll, sum vildu demokrati, og sum vilja virka fyri at broyta samfelagið.
TRÝST á HESA LEINKJUNA : https://www.youtube.com/watch?v=xOPnYsz65Co
og hoyr mannfjøldina, ið kom saman á Vaglinum í Havn, leygardagin 23. juli syngja norska felagssangin: "Kringsatt av fjender" á samhugatiltakinum fyri norsku tjóðini og norska javnaðarflokkinum, sum Føroya Javnaðarflokkur og Sosialistisk Ung skipaðu fyri 23. juli í 2011, dagin eftir yvirgangsálopið á Utøya.