Heðin Thomsen
???????????
Hagtølini um innflutningin av tubbakki vísa, at nýtslan hevur verið á nøkulunda sama støði síðan 1995 roknað pr. íbúgvara eldri enn 15 ár. Tó vísa nýggjastu tølini, at innflutningurin er øktur í fjør.
Tiltøkini higartil so sum upplýsing, forboð móti royking á nøkrum almennum støðum, nøkrum arbeiðsplássum og innan almennu ferðsluna, hava so ikki ført minkandi nýtslu við sær.
Hetta undrar ikki, tí trongdin hjá vanliga roykjaranum at roykja er so sterk, at hesi »bleytu« tiltøkini muna onki. Tað skulu nógv strangari og effektivari tiltøk til.
Fyribyrging móti tubbaksroyking kann bítast í fleiri partar:
1) Tiltøk, sum eru ætlað at seta í verk yvir fyri roykjaranum. Her verður hugsað um forboð móti royking á ávísum støðum, ávís tíðarbil á degnum. Hesi tiltøk kunnu minka tubbaksnýtsluna hjá roykjaranum eitt sindur, um tað er fultkomið bann í viðkomandi bygningi, so at hann noyðist heilt útum at roykja. Eisini verja hesi tiltøk ikki-roykjaran móti passivum royki á staðnum.
Men hóast tað er lítið av praktiskari fyribyrging í hesum tiltøkum, so hava tey ein virðismiklan symbolskan týdning við tað, at tey signalera, at royking verður av tí almenna mett sum skaðilig og má ikki fara fram á almennum støðum, og at ikki-roykjarin, sum er meirlutin av fólkinum, hevur fyrstarætt til fríska luft, har sum hann kemur. Um tað almenna er konsekvent í hesum politikki, kann tað sum frálíður vera við til at venda hugburðin. Um tað almenna signalerar bæði-og (at royking er bannað, men kortini loyvd) verður trúviðrið av tiltøkunum oyðilagt. Tað er tí sera umráðandi, at tað almenna ikki setur serlig hølir og kvadratmetrar av til roykjarar at roykja í. Tað verður heilt nátúrliga uppfatað sum stuðul til roykingina fyri skattaborgarans pening, og fær ikki tubbaksnýtsluna at minka.
Onnur tiltøk yvir fyri roykjaranum er tilboð um hjálp til tey, sum ætla at leggja av: Tað finnast ongar lættar loysnir á hesum økinum.
Um roykjarin ikki søkir sær hjálp, eru møguleikarnir fyri at leggja av sera smáir. Bert 3 - 5% av teimum, sum leggja av av sær sjálvum (altso megna at geva sær sjálvum ein kaldan turkara) eru roykfrí eftir einum ári. Um ein keypir nikotintyggigummi ella onnur nikotinhjápievnir og fær vegleiðing frá heilsustravsfólki í nýtslu av hesum, so hepnast hjá uml. 10% at halda sær eftir einum ári. Besta tilboðið til roykjaran eru tey sokallaðu roykiavvenjingarskeiðini, antin í bólkum ella sum einstaklingar. Hetta er í veruleikanum atburðar-psykologisk viðgerð, sum fer fram hjá útbúnum roykiavvenjara í einum tíðarskeiði uppá 5 vikur. Eftir tílík skeið eru tað í mesta lagið 30%, sum eru roykfrí eftir einum ári.
Haraftrat kemur, at tað eru sera fá av teimum 13.200 roykjarunum í Føroyum, sum brúka hendan møguleikan.
Hypnosa og akupunkturur eru nyttuleys.
Samanumtikið kann sigast, at tiltøk yvir fyri roykjaranum eru lítið effektiv (lítil cost-benefit), hetta kemur av, at nikotinið er eitt sera tørvelvandi evni, og bundinskapurin so sterkur, at tað stóra fleirtalið av roykjarunum keypur og brúkar tubbaksvøruna óansæð. Men tiltøkini eru tó ikki heilt nyttuleys og skulu fremjast samanvið teimum meira effektivu tiltøkunum, sum verða umtalaði niðanfyri.
2) At forða fyri at ung byrja at roykja.
At byrja at roykja er eitt ungdómsfyribrygdi. Tey allarflestu byrja í 14 - 15 ára aldrinum, tá tey eru ótrygg og trilvandi viðvíkjandi nógvum av lívsins fyribrygdum.
Sum er, eru tey í einari ørkymlandi tvístøðu:
Tann vantandi fyrimyndin. Tey hoyra ein boðskap um skaðan av royking og at ein skal lata vera, men tann sosiali veruleikin, sum tey uppliva, sigur teimum nakað annað: Meira enn helmingurin av børnunum búgva saman við foreldrum, har annar ella bæði roykja. Onnur av teirra idolum roykja: ítrottarleiðarar, prestar, læknar, lærarar, politikarar, nevndarformenn.
Fyri at geva børnunum ein annan hugburð til hendan trupulleikan (og misnýtslu sum heild), er neyðugt, at skúlin er tann stabila fyrimyndin og teirra kelda til vitan um evnið.
Undirvísing í skúlunum um vandan við royking og aðrari evnismisnýtlu eigur at byrja longu í 1. flokki, tá børnini eru móttakilig. Vit kunnu kalla hetta fyri »tidlig indgriben«. Tá tey eru byrjað at roykja, er ov seint.
Ein onnur ørkymlandi støða, sum tey uppliva, er tann, at vøran er til sølu men má ikki brúkast.
Tey uppliva søluna sum eina blástempling. »Tá tað er loyvt at selja, má tað merkja, at tað er í lagi at keypa og brúka tað« ??
Aldursmarkið fyri at kunna keypa tubbak eigur tí sjálvandi at setast upp til minst 18 ár. Fyri at kunna halda hetta aldursmarkið og fyri at frítaka kioskir og sølubúðir fyri trupulleikan at ansa eftir aldrinum hjá nógvum av kundunum, hevði verið best at tikið tubbakssøluna úr detail-handli og selt tubbakkið í einari einkarsølu sum t.d. kundi itið »Rúsdrekka- og tubbakkssøla landsins«. Harvið høvdu vanlig handilsfólk eisini kunna havt ungfólk undir 18 ár í arbeiði uttan at hugsa um aldursmark fyri keyp/sølu av nakrari vøru.
Av tí at skaðarnir av royking ikki byrja at vísa seg, fyrr enn roykjarin hevur roykt eini 20 - 40 ár, kunnu vit ikki rokna við, at hendan fyribyrgingin fer at ávirka sjúkuhagtølini enn á sinni. Hon skal fremjast sum ein »langtíðar-investering«, íð fer at geva avkast um ein mannsaldur.
3) Regulering av marknaðinum og marknaðarføringini av tubbakki.
Her verður farið eftir bóltinum (vøruni) ístaðin fyri at fara eftir manninum (roykjaranum).
Effektiv fyribyrging kann útynnast her við hjálp av teimum røttu lógunum, kunngerðunum og reglugerðunum, og tað nýtist ikki at kosta eitt klovið oyra.
Faktiskt kundu vit loyst trupulleikan skjótt og effektivt við einari lóg, sum var so stutt sum 1 paragraff við einum stykki. Her verður sjálvandi hugsað um fullkomið bann móti innflutningi og sølu av tubbakki. Men tíverri er ikki parlamentariskur meirluti fyri hesum enn, so vit noyðast fyribils at arbeiða stig fyri stig fram móti nullhugsjónini (at eingin doyr ella fær álvarsligan skaða av royking).
a)hækkan av aldursmarkinum og einkarsøla er nevnt omanfyri.
b)bann móti reklamu, her má eisini setast bann móti reklamering (framsýning) av vøruni inni í sølubúðunum.
c)príshækkan er eitt effektivt og gott amboð. Fyri hvørji 10%, sum vøran dýrkar, minkar nýtslan uml. 4%. Við at hækka avgjøldini stigvíst, kann nýtslan minkast uttan at landskassin missir inntøku. Sum er, er tubbaksvøra alt ov bílig í Føroyum.
d)ávaringartekstir á pakkarnar, ES hevur kravt sjónligar, stórar ávaringartekstir á pakkarnar, hesum eiga vit eisini at fylgja.
e)fullkomna vørulýsing. Sum er, er bert kravt at framleiðarin/innflytarin upplýsir innihaldið av tjøru, nikotini og kolsúrevni. Brúkarin átti, sum við aðrari nýstluvøru, at fingið upplýst hvørji onnur evnir, sum kunnu vera skaðilig, eru í vøruni. Sum er, er heldur ikki kravt at upplýst verður um øll íblandingarevnir, eitt nú aroma-evnir, sum eru ætlað at gera vøruna vælsmakkandi og attraktiva.
Men er tað ikki skeivt at royna at fyribyrgja roykingini? Hava vit ikki hvør sær avgerðarrætt yvir okkara egna lívi. Tað kann ikki vera skeivt at roykja, bara tað ikki gongur út yvir onnur?
Svar:
Øll hava avgerðarrætt yvir sínum egna lívi og avgera, um tey vilja liva ella doyggja. Men hvør kann siga: »Eg leggi onki í um eg doyggi sum 55 ára gamal, tað avgeri eg sjálvur. Um konan gerst einkja og børnini faðirleys og samfelagið missir milliónir er mær líkamikið.« Er tað ábyrgdarkensla?
Hví er tað lógarkravt at nýta trygdarbelti í bili?? Tað er so ikki fyri at fyribyrgja at ein skaðar onnur í ferðsluni.
Hvat verður tað næsta?? Skulu vit banna sodavatni, fleskasteik, burgarum???
Svar:
Nei. Ein sodavatn, ein karamella, ein grøn keks eru óskaðilig.
Matur er neyðugur fyri at kroppurin skal liva og maturin (eisini feitt og góðgæti) er óskaðiligur, tá hann verður nýttur á rættan hátt, t.v.s. í einari passandi javnvág millum fiti, eyggjahvítaevnir, og sukurevnir.
Eisini er umráðandi ikki at eta ov nógv tilsamans.
Ferðslan er eisini neyðug fyri at samfelagið skal fungera. Hon er heldur ikki vandamikil, um ein brúkar bilin rætt og koyrir varisliga og heldur ferðslureglarnar. Ein knívur ella ein stólur ella ein trappa eru heldur ikki vandamikil, um ein lærir at nýta tey rætt.
Tubakkið harafturímóti er tann einasta loyvda nýtsluvøran, sum, tá hon verður brúkt eftir forskriftunum, drepur tann, sum brúkar hana ella ger hann álvarsliga sjúkan. Tað er ein altavgerandi munur.
Tað finnst eingin tryggur máti at roykja uppá, um so var kundu vit sagt:
»Royk tú bara, men ger soleiðis ella soleiðis, so at tú ikki fær skaða av tí.«