Hóast rættiliga bundin uppgáva, er hetta ein tann mest spennandi uppgávan Rógvi Johansen hevur fingið í síni tíð sum fotografur. At taka myndir av Marselisborg Slotti fyri donsku drotningina. Enn hevur hann ikki fingið prógv sum fotografur, tað verður um eitt gott ár, men hóast tað fær hann nógvar avbjóðingar undir lestrartíðini.
Tað er ígjøgnum meistaran hjá Rógva Johansen, Preben Dehlholm, at Rógvi er komin í samband við sjálva donsku drotningina. Preben Dehlholm er gamal í garði í fotografyrkinum, útbúgvin á danska Tjóðsavninum, og hevur í yrkisleiðini tikið nógvar myndir av harragørðum, góðskum og stórfingnum bygningum.
- Drotningin kennir til avrikini hjá Preben og hevur ivaleyst hildið, at hann hevur verið tann rætti at taka myndir av Marselisborg Slotti, ið í sambandi við, at slottið verður 100 ár í ár. At eg eisini eri sloppin upp í part, er avgjørt eitt herðaklapp til mín, sum eg eri ógvuliga takksamur fyri, greiðir Rógvi Johansen frá.
Uppgávan at taka myndir av Marselisborg Slotti er ógvuliga umfatandi og tíðarkrevjandi.
- Sjálvt um tað krevur av mær, at eg skal arbeiða uttan fyri vanliga arbeiðstíð, var eg beinanvegin til dystin fúsur. Eg verði noyddur at laga meg eftir drotn-ingini, nær tað passar henni at taka myndir, og ikki øvugt, nær tað hóskar mær. Tá ið drotningin ætlar sær til Århus, setir hoff-marsjalurin seg í samband við okkum skrivliga, og ja, tað eru fínir brævbjálvar, sum koma, sigur Rógvi flennandi.
Sermerkt og stórfingið
Marselisborg Slott er summarbústaðurin hjá drotningini. Nakrar vikur á hvørjum summri býr hon á slottinum og annars av og á ígjøgnum árið. Í komandi mánaði steðgar hon í tríggjar vikur á slottinum, og tá skulu hópin av myndum takast. Rógvi fór annars undir uppgávuna tíðliga í fjør, og nógvar myndir eru longu tiknar.
Marselisborg Slott er eitt ógvuliga sermerkt slott, hvørs innbúgv og stílur fara tvørtur um nógv tíðarskeið í søguni. Eisini stóri urtagarðurin er sjáldsamur.
- Tað er eitt sindur fløkt, tí nógv søgulig tíðarskeið eru blandað saman í ein pott so at siga. Tað ger ikki uppgávuna minni spennandi. Ein arkitektur á staðnum hevur vegleitt okkum í arbeiðinum, soleiðis at vit fáa røttu fatanina av, hvat er áhugavert og forkunnugt at taka myndir av. Og drotningin sigur eisini, hvat hevur hennara áhuga og hvat hon vil hava myndatikið til myndasavnið, sigur Rógvi Johansen.
Endamálið er at gera eitt myndasavn, sum vísir, hvussu Marselisborg Slott og økið rundan um sær út á døgum Margrethu drotningar. Hon hevur verið drotning í meiri enn tredivu ár og hevur havt ein týðandi leiklut í, hvussu slottið er innrættað og broytt í nýggjari tíð. Drotningin hevur stóran áhuga fyri myndlist og hon málar eisini sjálv.
Púra vanlig
Uppgávan hjá Rógva Johansen á Marselisborg Slotti er ikki heilt fremmand.
- Hon minnir nógv um museumsfotografering, sum eg havi tikist nógv við. Hon er rættiliga bundin, men kortini útilokar hon ikki kreativa hugflognum. Sjálvsagt sleppa vit ikki heilt út av sveima, tí myndirnar eru dokumentasjón. Ljóslegging og aðrar effektir sleppa vit ikki at hógreiggja okkum við, um vit skuldu havt hug til tað. Kunsturin er at vísa tey áhugaverdu tingini í rúmunum, soleiðis sum tey síggja út og tí er ljósið ógvuliga umráðandi.
Og hvussu er so danska drotning at samstarva við?
- Hon er púra vanlig og natúrlig. Sjálvsagt er nakað kongaligt yvir henni, men annars sýnist hon fyri mær at vera sum vit øll onnur. Eg havi ongantíð fjeppað uppi í teimum kongaligu, men hinvegin kann ikki nokta fyri, at hon er ein sera kendur og virdur persónur, og tí er hon ógvuliga spennandi. Hon er tíðindafróð, men politiska støðan í Føroyum og Danmark verða ikki tikin uppá tungu. Heldur er tað ymiskt, sum hevur við slottið at gera, sum vit práta um, sigur Rógvi Johansen, sum ikki enn hevur fortalt henni, at hann er úr Føroyum.
- Tað fái eg kanska høvi til. Ætli mær at vísa henni myndir úr Føroyum, tá ið pápi mín fyrst í 80unum legði føroyskt malargrót umborð á kongaskipið Dannebrog. Grótið er brúkt til grøvina hjá Fríðriki kongi, sum er í Roskilde. Í hesum sambandi fekk pápi mín eitt takkarskriv frá drotningini.
Nær myndasavnið verður liðugt, veit Rógvi Johansen ikki reiðiliga enn. Tá ið myndirnar eru lidnar at taka eina ferð í summar, skulu tæ eftirmetast, veljast og viðgerast.
- Vit hava rímiliga góða tíð at gera alt liðugt. Nakrar myndir, sum eg havi tikið innandura og uttandura á slottinum, fari eg at brúka til sveinaroyndina hjá mær. Í august havi eg eina aðra spennandi uppgávu fyri framman. Eg skal við sum fotografur í størstu altjóða súkklukappingini í Danmark. Tað er eisini ein stór avbjóðing, sum eg gleði meg til, sigur Rógvi Johansen at enda.