Rói: Dreymurin er at spæla í bestu donsku hondbóltsdeildini (FM1)

(FM1) Mark Marcher (HSF), Rói Berg Hansen, hondbóltsútiseti í HØJ og Hjalti Mohr Jacobsen, hondbóltsviðmerkjari vóru gestir í hondbóltssendingini á FM1 seinnapartin

##med2##

Sjúrður H. Hoydal hevði tríggjar gestir í hondbóltssendingini á FM1 seinnapartin í dag.

Fyrsti gestur var Mark Marcher, samskipari hjá HSF fyri at skifta orð um avbjóðingarnar avlýsingin av EM-undankappingardystunum millum Føroyar og Kekkia hava givið HSF.

Annar gesturin var Rói Berg Hansen, ið hevur gjørt tað framúr í næstbestu hondbóltsdeildini í Danmark við HØJ. Rói og allir hinir í deildini hava rent seg í ein longri Korona-steðg, ið gevur avbjóðingar. Rói hevur sum mál at spæla í bestu donsku hondbóltsdeildini innan fá ár.

Triði gesturin var hondbóltsviðmerkjarin, Hjalti Mohr Jacobsen, ið metti um dystirnar í Burn mansdeildini og SMS-deildini komandi umfarið.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina. 

(Hondbóltssendingin á FM1 30. oktober)