Ríkisfelagsskapurin skal vera skúlafak í Danmark

Ríkisfelagsskapurin skal vera lærugrein í danska fólkaskúlanum.

Tað heldur Helle Thorning-Schmidt, danskur forsætisráðharri.

Í endaorðaskiftinum í Fólkatinginum í gjár, varð rættiliga nógv tosað um fólkaskúlan og undirvísingarfak, og tá vóru eisini røddir frammi um, at donsk skúlabørn eiga at fáa betri kunning um ríkisfelagsskapin.

Danskir politikarar halda, at kunning kann gera sítt til at styrkja ríkisfelagsskapin við tað, at danir verða meiri tilvitaðir um hann.

Kortini vísti onkur politikari á, at hetta má ikki merkja, at nápað verður burtur av øðrum lærugreinum, so at tær verða veikari, fyri at fáa undirvísing í ríkisfelagsskapinum inn um skúlagátt.

Forsætisráðharrin tekur undir við, at donsk skúlabørn fáa meiri kunning um ríkisfelagsskapin.

Hon heldur, at tað er neyðugt, at donsk børn fáa betri kunning um ríkisfelagsskapin.

- Spyrja vit bara okkara egnu børn, haldi eg, at mong okkara høvdu verið kedd av at hoyra, hvat børnini svara – ella ikki svara, heldur Hella Thorning-Schmidt.

Hon upplýsir, at kenslumálaráðið er í ferð við at menna ein undirvísingarportal, sum fer at gera tað lættari at undirvísa í ríkisfelagsskapinum í fólkaskúlanum.

Hon sigur, at í løtuni eru politiskar samráðingar um fólkaskúlan og hon mælir til, at nettupp hesin spurningurin verður tikin upp í tí høpinum.