Rækjuflotin er í álvarsamari kreppu, og fær flotin ikki hjálp frá tí almenna, so má meginparturin av teimum 10 rækjuskipunum leggjast.
? Seinastu tvey árini hava verið sera vánalig, og nú orkar rækjuflotin ikki meira. Tað er bara ein spurningur um nakrir mánaðir, áðrenn skip verða løgd.
Tað sigur Jákup Egholm Hansen, sum er reiðari og hevur verið formaður í Felagnum Rækjuskip.
Formaðurin í Føroya Reiðarafelag heldur, at vinnan klárar ikki kreppuna einsamøll.
? Vinnan skal klára seg uttan stuðul, men veruleikin er ikki svartur og hvítur. Rækjuflotin er í kreppu og fær hann ikki hjálp beinanvegin, so verður galið innan stutta tíð, sigur Jákup Sólstein.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking frá landsstýrismanninum við fiskivinnumálum fyrrapartin í gjár, men fríggjadagin segði Jørgen Niclasen við Dag og Viku, at landsstýrið vil sleppa undan at lata fiskivinnuni studning.
Lægri prísur orsøkin
Tey 10 rækjuskipini hava seinastu tvey árini stríðst við lágar rækjuprísir og høgan oljuprís. Hendan samanseting hevur givið skipunum hall, og tá tey hava lítið at standa ímóti við, eru skipini við at renna seg fast fíggjarliga.
? Rækjuflotin hevur ikki havt góð ár sum aðrir partar av flotanum, og tí hava skipini lítið at standa ímóti við. Seinastu tvey árini hava verið trupul, og nú orkar flotin iki meira, sigur Jákup Egholm Hansen.
Rækjuskipini hava tríggjar høvuðsframleiðslur. Tann mest gevandi framleiðslan hevur verið Japanrækjur, men búskaparligar niðurgongstíðir í Japan og størri kapping um marknaðin hevur hvat við sær, at prísurin fyri hesar rækjur er nógv lægri, enn hann plagdi at vera.
Tað sama er galdandi fyri kókaðar rækjur. Bæði tær smærru rækjurnar, sum vanliga verða seldar til Kina, og tær størru, sum verða seldar í Europa, eru farnar nógv niður í prísi.
Prísurin fyri rækjurnar, sum verða seldar til virkini á landi, er tengdur at, hvat fæst fyri lidnu vørurnar, og tí kunnu hesi virkini heldur ikki gjalda tað sama við rávøruna longur.
Sum um lægri rækjuprísurin ikki hevur gjørt tað nóg trupult, so hevur oljuprísurin seinastu tvey árini verið munandi hægri, enn hann plagdi at vera. Oljuprísurin er lækkaður, síðani hann var upp á tað hægsta, men hann er framvegis hægri enn tað, sum plagdi at vera, og hetta er tung byrða hjá flotanum omaná vánaliga rækjuprísin.
Kreppuloysn
Leygardagin hevði Felagið Rækjuskip aðalfund, og her var semja millum tey, sum reka skipini, at støðan sær vónleys út.
? Gongdin hevur verið skeiv í eini tvey ár, og nú klárar flotin ikki meira. Vit hava áður gjørt landsstýrið vart við støðuna, men svarið var tað sama, sum tað er nú, at vit mugu bíða og vita, hvussu gongdin fer at vera, sigur Jákup Egholm Hansen.
? Trupulleikin er bara, at flotin er so illa fyri nú, at tað er neyðugt við eini kreppuloysn, um flotin skal yvirliva. Verður einki gjørt, so má flotin leggjast innan stutta tíð.
Formaðurin í Føroya Reiðarafelag sigur seg ikki hava nakra loysn á trupulleikanum hjá rækjuskipunum, men hann sigur seg vera sannførdan um, at verður einki gjørt, so mugu rækjuskipini leggjast.
? Aðalmálið skal verða, at vinnan skal klára seg uttan stuðul, men tað eru eisini krepputíðir í vinnuni, og í løtuni er tað rækjuflotin, sum er í eini vanlukkuligari støðu. Okkurt má gerast, og um myndugleikarnir ikki vilja hjálpa, so mugu teir samstundis gera sær greitt, hvørjar avleiðingarnar verða, sigur Jákup Sólstein.
? Rækjuflotin hevur ikki havt gylt ár, soleiðis sum aðrir skipabólkar hava havt, og tí hava skipini ikki kunnað lagt pengar til síðis. Tí klára tey illa at standa ímóti í slíkari støðu.
Tíðaravmarkað
Jákup Egholm Hansen heldur, at landið kann veita rækjuflotanum ein tíðaravmarkaðan stuðul, so skipini yvirliva krepputíðina, sum hann vónar er tíðaravmarkað.
? Vit ynskja okkum ikki aftur í 80?ini, men ein hjálpandi hond í eina tíð kundi verið tað, sum fekk tað at bera til. Vit hava góðar royndir við avmarkaðum stuðli til vinnuna, sigur hann og sipar til Sandoyarverkætlanina, sum setti gongd í flakavinnuna á landi, og á smoltstuðulin til alvinnuna fyri nøkrum árum síðani.
? Men ístaðinfyri at viðgera álvarsama trupulleikan, hoyra vit tann sama retorikkin frá landsstýrinum um, at fiskivinnan hevur ongantíð havt tað betri enn nú, og at vit mugu fylgja gongdini eina tíð.
? Men tað gongur bara ikki. Verður einki gjørt, so missa vit ein útflutning upp á millum 200 og 250 milliónir krónur, og her er eisini talan um eini 400 arbeiðspláss á sjógvi og landi. Hetta er eitt álvarsmál, sum ikki kann loysast við fundamentalistiskari liberalismu, sigur Jákup Egholm Hansen.