TRÝSTá PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði beinleiðis á Rás2 við Rók Akralíð, sum skoraði trý mál, tá Føroyar taptu 24-26 ímóti Grikkalandi, sum vann undanbólkin aftaná at hava vunnið á bæði Føroyum, og á Kýpros. Í steðginum var Grikkaland á odda 13-11.
Rókur Akralíð staðfestir, at á jaligu síðuni er verjan, sum riggar væl størsta partin av dystinum, men sum tíverri misti takið ímóti dystarenda.
Á neiligu síðuni ásannar Rókur Akralíð, at føroyska álopsspælið var ov monotont, og høvdu Føroyar ov fáar loysnir í álopsspælinum í dag.
Rókur Akralíð er kortini fegin um, at landsliðsarbeiðið er komið upp at standa aftur. Tað er nakað, sum hann o.a. hava saknað nógv, og hann gleðir seg til komandi avbjóðingarnar, og ikki minst til at fáa dugnaligu U21 leikararnar upp á A-landsliðið.