Ein bretsk kvinna, sum hevur verið gísli hjá somaliskum sjórænarum í seks mánaðir, er latin leys. Tann 56 ára gamla Judith Tebbutt varð burturflutt í september á einum frítíðarplássi í Kenya, haðani sjórænararnir fóru til Somalia við henni. Maður Judith doyði í álopinum.
Uttanríkisráðið í London sigur seg fegnast um, at kvinnan er latin leys, men ráðið vil ikki gera nakrar viðmerkingar til málið sum so. Keldur, sum standa sjórænarunum nær, siga, at teir hava fingið loysigjald fyri kvinnuna. Sjálv sigur Judith Tebbutt, at sonur hennara hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa hana leysa.
-Eg veit ikki, hvussu hann hevur loyst málið, men eg eri sera fegin, sigur hon við sjónvarpið ITV.